Kirkjan vísir ongum frá sær

Um ein prestur ikki vil ella kann víga fráskyld fólk, hevur hann skyldu til at finna ein annan prest, sum kann taka ábrygd av vígsluni. Hesi boð eru júst komin frá Jógvani Fríðrikssyni, bispi.

Vil ein prestur ikki víga eitt par, áliggur tað hesum prestinum at finna ein annan prest, sum kann taka ábyrgdina av vígsluni. Ein annar máti er, at noktandi presturin sjálvur setir seg í samband við bisp ella dómpróst, sum so taka ábrygdina av vígsluni.

- Grundarlagið undir hesum er, at Fólkakirkjan vísir ongum frá sær. Øll fólk hava krav upp á tænastur sum vígslu, og tað skal ikki henda, at nakar kemur aftur sum av torvheiðum frá einum presti ella eini kirkjuskrivstovu eftir at hava biðið um at verða vígd. Tí hava eg niðurfelt hasar reglurnar, sum siga, at í sísta enda standi eg við ábyrgdini, sigur Jógvan Fríðriksson.

Hann heldur ikki trupulleikan í tí praktiska vera so stóran, men hetta er eitt týdningarmikið prinsippmál og eitt álvarsmál. So nógv eru tey ikki, sum verða vígd meira enn eina ferð, og tey flestu, sum gifast aðru ferð, giftast í stillum í einum prestagarði.

Jógvan Fríðrikkon veit ikki um nakað par, sum hevði biðið um at verða gift, ikki hevur fingiuð ynski sítt eftirlíkað.

Mær kunnugt eru allar vígslur avgreiddar væl og virðiliga, sigur hann.

Bispur viðgongur tó, at teir prestarnir, sum fegnir gifta fráskild, fáa enakað meira at gera enn hinir. Tað veit hann av egnum royndum, tí hann hevur upplivað at yvirtikið vígslur frá øðrum prestum.

Jógvan Fríðrikkson heldur tað ikki vera eitt nýtt rák, at summir prestar ikkiu vilja gifta fráskyld uppaftur. Talið av prestum við tí áskoðanini hevur elingi verið tað sama, og nú prestastørvini eru økt í tali, er tað heldur ein minni partur, sum noktar at víga fráskyld.

Annars er mín støða, at tað er einki sum eitur at víga fráskyld. Tey, sum eru fráskyld, eru ikki gift longur. So einfalt er tað í míni verð, sigur Jógvan Fríðriksson.

Hann nevnir eisini, at eitt týðandi mál hjá kirkjuni er at vísa tolsemi.

Tolsemi eigur eisini at verða víst teimum prestum, sum hava ilt við at svølgja tað við at vída fráskyld. Øll skulu vit kunna vera í kirkjuni. Eingir prestar eru eins. Ein dugir betur eitt, og ein annar eitt annað. Ein prestur, sum ikki vil víga fráskyld, kann hava aðrar dygdir. Vit eiga at finna saman í eina fullkomna heild, sigur Jógvan Fríðriksson.