Skopunningar hátíðarhalda í hesum døgum, at kirkja hevur verið í bygdini í eina øld.
Seinasta sunnudag var hátíðarguðstænasta, og í morgin er framsýning við lutum, sum hoyra kirkjuni til, í húsunum hjá fornminnisfelagnum. Tað er gamla dansistovan í Skopun.
Á framsýningini fer millum annað at bera til at síggja tann gamla prædikustólin, sum fylgdi við kirkjuni, tá hon fyri 100 árum síðan kom úr Vestmanna.
Og ein av gomlu bríkunum, sum varð skift út samstundis við prædikustólin, tá kirkjan varð umvæld í 1961, er eisini sett upp á framsýningini.
Umframt eru onnur ting, sum hoyra kirkjuni til.
Lestrarbøkur, sum verið hava og framvegis verða brúktar, eru við.
Altardúkar og messuaklar eru eisini at síggja.
Umframt teir elstu messuaklarnar, sum kirkjan eigur, verður eisini ein spildurnýggjur messuakul at síggja.
Hetta er gáva, sum Føroya Sparikassi hevur latið kirkjuni. Tað er Noomi í Dali, sum hevur gjørt hendan nýggja akulin.
Hann er sera vakur, og stendur óføra væl til kirkjuna. Hann er hvítur við bláum og gulum litum í. Tann blái liturin er tann sami sum í loftinum, og tann guli er tann sami, sum listarnir í kirkjuni eru málaðir við. Alt í alt eitt klædnastykki, sum fellur inn í heildina.
Men tað eru aðrar gávur, kirkjan hevur fingið, nú hon fylti 100 ár.
Skopunnarkonur, sum búgva í Íslandi, hava latið kirkjuni svart klæði at breiða yvir krakkarnar, sum nýttir verða til jarðarferðir. Onkur teirra var komin heim við gávuni til sjálvan hátíðardagin seinasta sunnudag.
Og myndir eru sjálvsagt eisini við á eini slíkari framsýning.
Millum annað er javngomul mynd av kirkjuni, sum vísir hana innan við ongari altartalvu.
Myndir frá havnargerðini, sum liðug var í 1925, eru eisini at síggja.
So kann ein spyrja, hvat tað hevur við kirkjuna at gera.
Jú, tað vóru menn, sum arbeiddu við hesari havnargerðini, sum lótu part av lønini til at geva kirkjuni eitt ur at seta í tornið, soleiðis at altíð bar til at síggja av havnarlagnum, hvat klokkan var.
Framsýningin, ið sum sagt er í gomlu dansistovuni, sum fornminnisfelagið nú eigur, er opin seinnapartin sunnudagin frá klokkan tvey til klokkan fimm.