Orsøkin til at tey spyrja meg er, at borgarin í Vága kommunu er líka so lítið kunnaður í dag, sum tá málið sá dagsins ljós fyri júst ári síðan.
Tá kommunan varð avdúkað í lógloysinum, var borgarstjórin í Degi og Viku, har hann greiddi frá, at býráðið nú fór at syrgja fyri, at øll lógarkrøv vórðu hildin, áðrenn byrjað varð upp á nakað arbeiði at byggja út kirkjugarðin.
Tað er tó sjón fyri søgn, at soleiðis gjørdist als ikki – tvørturímóti!
Tá fólk tykjast sakna at verða kunnað um hetta málið, fari eg næstu tíðina at greiða frá støðuni viðvíkjandi hesi bygging í nøkrum lesarabrøvum.
- Fyrsta kunningin snýr seg um um vantandi loyvi frá friðingarmyndugleikanum
- Onnur um vantandi byggiloyvi
- Triðja um støðuna viðv. vantandi ognarskapi til lendi, bygt verður á.
Síðan verður nomið við onnur viðurskifti viðvíkjandi fullkomiliga avskeplaðu fyrisitingina í hesum máli.
...
Áðrenn vit fara til vantandi loyvið frá friðingarmyndugleikanum, fari eg tó at byrja við tí seinasta nýggja:
Á seinasta býráðsfundi var til viðgerðar, at Matrikulstovan hevði biðið býráðið ummæla eina umsókn frá Vága kommunu um sundurbýti av eini ogn, kommunan ikki eigur!
Um nakar væntaði drúgt orðaskifti hesum viðvíkjandi, tekur hann dyggiliga feil!
Viðgerðin tók 40 sek.! Borgarstjórin mælti býráðnum til at mæla til at loyva sundurbýti av tí lendi, har kommunan ólógliga hevur verið í holtur við kirkjugarðsbygging seinastu 4-5 mánaðirnar.
Spurt varð ikki, hvørt nakar býráðslimur bað um orðið – allir atkvøddu fyri at mæla til at játta umsókn (frá sær sjálvum!) um sundurbýti av ognini, teir ikki eiga!
Soleiðis heldur hesin glantrileikur fram.
Á hesum fundi varð tó annað áhugavert mál um byggiloyvi til viðgerðar. Føroya Kærustovnur hevði heimvíst mál til nýggja viðgerð hjá býráðnum, tí borgari hevði kært avgerð um at nokta byggiloyvi.
Men nú glógvar hóast alt í onkrum í býráðnum, tí her býtti býráðið seg í ein minniluta og ein meiriluta og nakað av orðaskifti var um tað málið.
Minnilutin við varaborgarstjóranum á odda og tveimum býráðslimum afturat (tit kunnu hyggja í gerðabókina eftir nøvnunum), hevði gjørt sær tann ómak væl og virðiliga at seta seg inn í egnu byggisamtykt og mælti til at geva byggiloyvi.
Málið varð tó enn einaferð havnað. Borgarstjórin viðmerkti, at borgarin kann bara kæra einaferð afturat! Hvør skal siga: fyrisitingarliga er líkamikið, hvørt avgerðin er røtt ella skeiv!
Sum skilst fer hesin borgarin enn einaferð at royna málið hjá Føroya Kærustovni – tað verður spennandi at fylgja!
...
Nú til vantandi loyvi frá friðingarmyndugleikanum:
Tá friðingarmyndugleikarnir gjørdust varugir við ætlaðu útbyggingina av verandi kirkjugarði, steðgaðu teir umgangandi ætlanini.
Eftir at arbeiðið varð steðgað, søkti Vága býráð so um frávik frá náttúrufriðingarlógini. Friðingarmyndugleikin viðgjørdi málið og gjørdi av at seta treytir, ið Vága býráð skuldi lúka, áðrenn nøkur bygging yvirhøvur kundi byrja.
Í pkt. c. verður sagt soleiðis: “at Vága kommuna ognar sær lendi ætlanin er at byggja á, áðrenn byrjað verður upp á ætlanina, annars fellur loyvi frá friðingarmyndugleikanum burtur” (Leinki niðast)
Men hvat ger býráðið so? Jú, so skjótt treytirnar vórðu settar, varð aftur farið í holtur við byggingina uttan at nakrar av treytunum eru loknar. Hvørki ognarskapur, partshoyring, umhvørviskrøv e.a. eru fingin í rættlag. Borgarin í Vága kommunu hevur framvegis ikki frætt eitt einasta orð frá býráðnum!
So skuldi ein trúð, at friðingarmyndugleikin enn einaferð í stundini steðgaði býráðnum eins og tá málið kom fram. Men, nei! Friðingarmyndugleikin hevur í skjótt 5 mánaðir vent blinda eygað til, hóast eingin kann siga annað enn, at púra eyðsýnt er, at arbeiðið er byrjað!
Friðingarmyndugleikin hevur seinastu mánaðirnar fingið fleiri skriv við áheitan um at steðga ólógliga arbeiðnum, men letur ikki við seg koma!
...
So líka stutt um vatngóðskuna í Stórá:
Fleiri hava vent sær til mín og eftirspurt, hvørt tað er trygt hjá børnum at spæla í Stórá, nú kommunan hevur endavent moldini við kirkjugarðin. Orsøkin til spurningin er, at tá ástaðarfundur var hjá friðingarmyndugleikanum, upplýsti borgarstjórin, at kommunan regluliga ger kanningar av vatngóðskuni í Stórá, sum javnan verður nýtt hjá børnum sum spælipláss. Hóast royndirnar, ið fyriliggja í málinum, vísa alstóra dálking frá verandi kirkjugarðsvirksemi, segði borgarstjórin, at royndirnar hjá kommununi altíð hava víst, at vatnið er “gullreint”.
Eg havi nú biðið um innlit í kanningarnar seinastu 2 árini og tá serliga seinastu kanningarnar beint undan, at arbeiðið varð byrjað, og nú eftirfylgjandi. Spennandi verður, hvat úrslitini vísa! Tit frætta aftur um tað.
Maria Jacobsen
https://drive.google.com/file/d/1CLcLxrFwddKXMtiaIErgDiRoyb72Ke2Y/view?usp=sharing











