Ari í Haraldsstovu Petersen vardi aftur málið hjá ÍBV í útidysti móti Akranesi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2.
Tað sá svart út tíðliga í seinna hálvleiki. Heimaliðið skoraði tvær ferðir innanfyri fimm minuttir. Men ÍBV megnaði at svara aftur. Halldór Jón Sigurður Þórðarson minkaði um munin í 68. minutti, og 10 minuttir seinni javnaði Róbert Elís Hlynsson til 2-2, og so fekk ÍBV eitt kærkomið stig við sær.
ÍBV er framvegis aftast í deildini, men nú við tveimum stigum fyri átta dystir. Stigið ÍBV knógvaði í kvøld var fyrsta úrtøkan hjá liðnum síðani fyrsta leikumfarið.
Í annaðkvøld klokkan 19 taka Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA móti Vali, og klokkan 20.15 hevur liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík dyst á heimavølli móti FH.











