- Tað er kolandi stormur á Sandi. Gott, at vit hava vælskipað sløkkilið, sum altíð er til reiðar at hjálpa.
Soleiðis siga tey á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu fyri løtu síðan, har tey eisini hava lagt út viðheftu mynd.
Eystan og landnyrðingur er ring ætt á Sandi, og her boðaðu tey longu í gjár frá, at ivasamt er við nýggjársbáli og ætlaðu kyndlagonguni.
- Veðurforsøgnin spáar eysturætt við nógvum vindi, og sum flestum kunnugt er eysturættin sera ring á Sandi, siga tey í kommununi.
Á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu í gjár varð sagt, at endalig støða verður tikið til bál og kyndlagongu seinnapartin í dag.
Vit kunnu leggja aftrat, at kirkjugongdin, sum skuldi verða á Sandi á miðdegi í dag, er avlýst vegna veður.