Kirkjukór vitjar í Suðuroy

Komandi vikuskifti fáa suðuroyingar vitjan av Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Toftafólk hava altíð verið kend fyri at eiga nógvar góðar sangarar, og kórini á Toftum hava altíð verið tiltikin góð. Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni er eitt sera virkið kór, sum hetta seinasta árið hevur gjørt nógv burtur úr, at tónaskaldið Hans Jacob Højgaard hevði fylt 100 ár í fjør.

Tvær konsertir á ferðini
Á ferð síni í Suðuroynni komandi vikuskifti fer kórið av Toftum at hava tvær framfærslur. Tann fyrra verður í Vágs kirkju leygardagin klokkan fýra, tá ið kórið hevur konsert. Á konsertini fer kórið at framføra løg eftir føroysku tónaskøldini Hans Jacob Højgaard, Knút Olsen og J. Waagstein. Eisini verður solosangur við klaverfylgispæli á skránni. Eisini verða løg eftir Franz Schubert, Johan Sebastian Bach og John Rutter framførd.
Sunnudagin fer kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni eisini at syngja undir gudstænastuni í Tvøroyrar Kirkju.