Sum áður fráboðað verður ongin kirkjugongd nú á páskum fyri at avmarkað vandan fyri at koronasmittan breiðir seg.
Men teir báðir, sum manna ovastu leiðsluna í kirkjuni, Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, mæla kortini til, at ringt verður við kirkjuklokkunum.
So hoyra fólk kirkjuklokkurnar ringja nú á páskum, er tað ikki tí at boðað verður til gudstænastu.
Annars er tað fremsta uppgávan hjá kirkjuklokkuni at kalla til gudstænastu og aðrar kirkjuligar tænastur, men kirkjuklokkan er eisini brúkt til at varpa ljós á onnur viðurskifti.
Tað er ymiskt, hvussu ringt verður í kirkjunum kring landið. Summa staðni verður ringt til hámessu tvær ferðir sunnumorgun, á øðrum støðum tríggjar ferðir.
Og teir báðir, dómpróvstur og biskupur, lata tað eisini upp í hendurnar á kirkjuráðunum kring landið at gera av, hvussu ringast skal á páskum, og annars so leingi tiltøkini ímóti korona standa við.
Meðan undantaksstøðan er, er gudstænastan úr Havnar kirkju sunnudagar og halgidagar, at meta sum gudstænastuna fyri alt Føroya land og hon verður varpað í KvF.
Men dómpróvstur og biskupur mæla til, at ringt verður við kirkjuklokkuni í kirkjum landsins páskaaftan, kanska klokkan 18 til 18.30, og páskadag klokkan 11 til 11.15, – ella sum siðvenjan er á staðnum.