Kiwanisbáturin endaði á Toftum

Toftamaðurin Jóan Jacob Skoradal vann Kiwanisbátin í ár.

Tíðindaskriv frá Kiwanis:

 

Á limafundi í síðstu viku kom Jóan Jacob Skoradal á gátt við vinnandi lutaseðlinum og fekk handað bátin. Jóan Jacob sigur, at hann fer beint at seta eina kistu til páhangs-motor í bátin og taka hann í brúk sum skjótast. Báturin fær navni Rípan. 

Kiwanis Tórshavn ynskir Jóan Jacob Skoradal hjartaliga til lukku við bátinum, og má Rípan vera honum til góða eydnu og gagns. Samtíðis vil Kiwanis Tórshavn senda eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum so trúfast ár eftir ár keypa lutaseðlar frá okkum á ólavsøku. Sølan í ár var eins góð sum undanfarin ár, og gevur hetta eitt stórt og týðandi íkast til hjálpararbeiði, vit royna at veita børnum í Føroyum

 

##med2##

 

Við Kiwanis kvøðu

Kiwanis Tórshavn