Hvørja samgongu fara vit at fáa eftir næsta løgtingsval? Tað er brennandi spurningurin, sum verður viðgjørdur í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 í dag. Spurningurin hevur verið dúgliga viðgjørdur, ikki minst eftir at Javnaðarflokkurin hevur útihýst Fólkaflokkin og eftir nýggju veljarakanningina í farnu viku.
Teir, sum fara at kjakast um spurningin, eru Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin , og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sum stóð fyri veljarakanningini hjá Sosialinum í farnu viku. Óli Breckmann, sum skipar fyri sendingini, vísir á, at úrslitið av veljarkanningini, Fynd gjørdi fyri Sosialin í farnu viku, var ikki so nógv øðrvísi enn úrslitið í øðrum kanningum. Teir størru flokkarnir fingu allir oman fyri 20%, og teir smærru liggja í meðal oman fyri gáttina til at fáa umboðan.
Nýggja veljarakanningin vísir, at tey flestu vildu havt Aksel V. Johannesen sum okkara næsta løgmann. Tó var vóru tað bara 17 prosent, sum vilja hava hann til løgmann. - Annað skuldi verið løgið, tá ið hann ikki hevur roynt henda leiklut fyrr og er formaður í tí flokkinum, sum fær størst veljarastuðul í kanningini.
|
Í føroyskum politikki eru fleiri samgongumøguleikar opnir sum vant.
- Í flestu øðrum londum føra tey blokkpolitikk, har einastu møguleikin er at velja ímillum eina vinstra- ella eina høgravenda samgongu.
- Møguleikin fyri eini samgongu ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, ella einari samgongu ímillum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, er tó neyvan til staðar, tí at Aksel V. Johannesen hevur útihýst einari samgongu millum Javnaðin og Fólkaflokkin.
- Tað merkir, at ein reyð, sosialitiskt samgonga, kanska saman við Framsókn, er meiri sannlík enn vant.
- Hugsa vit okkum, at Sambandsflokkurin fær ein tingmann frá Javnaðaðarflokkinum á næsta løgtingsvali, verður ein reyð blokksamgonga sera tepur. Hinvegin verður og ein heimastýrissamgonga ímillum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin, og onkran annan flokk, meiri sannlík.
Ein sjálvstýrissamgonga ber eisini til, fáa Tjóðveldi og Fólkaflokkurin fáa átta og, ella sjey tingfólk hvør, saman við einum ella tveimum smærri flokkum.