Kjak: Er Manchester United á rættari kós?

Felagið er sinnað at keypa inn fyri 750 milliónir afturat

Manchester United hevði í fjør eitt søguliga vánaligt kappingarár í Premier League. Felagið endaði á sjeynda plássi og spælið var óvanliga vánaligt tað mesta av kappingarárinum. Tað endaði við, at avloysarin hjá Sir Alex Ferguson, David Moyes, bleiv koyrdur.

 

Sendingin “Fótbóltspanelið” verður á Rás2 í dag frá klokkan 15.30

 

Í hansara stað er komin Louis van Gaal, sum hevur verið venjari hjá stórum liðum sum eitt nú Ajax, FC Barcelona, Bayern Munchen og hollendska landsliðnum. Fleiri spælarar eru settir á sølulistan sambært bretsku bløðunum. Teirra millum Anderson, Nani, Javier Hernandez, Wilfred Zaha og Marouane Fellaini.

 

In.fo fylgir Premier League aftur komandi kappingarár

 

Inn eru komin stórkeypini Luke Shaw og Ander Herrera. Fyrri er vinstri bakkur, sum kom úr Southampton, meðan Ander Herrera er komin úr Athletic Bilbao at avloysa Paul Scholes.

 

Fleiri eru á veg

 

Tað tykist ongin ivi vera um, at Manchester United eru sinnaðir at keypa fleiri spælarar fyri at styrkja liðið til komandi ár. Dailymail skrivar, at Manchester United er sinnað at brúka áleið 750 milliónir krónur upp á spælarar sum Ángel di María(Real Madrid), Marcos Rojo(Sportin Lissabon) og Daley Blind(Ajax). Manchester United hevur eisini í longri tíð verið sett í samband við Arturo Vidal hjá Juventus.

 

Les eisini: Telda sigur Champions League til Manchester United

 

Manchester United hevur farna árið keypt Marouane Fellaini (Everton – 250 milliónir krónur), Juan Mata (Chelsea – 350 milliónir krónur), Luke Shaw (Southampton – 250 milliónir krónur) og Ander Herrera (Athletic Bilbao – 270 milliónir) Tað eru fýra innkeyp fyri yvir eina milliard krónur.

 

Louis Van Gaal er eisini komin við nýggjari spæliskipan. Sir Alex Ferguson skifti millum 4-4-2 og 4-3-3, men at kalla altíð við fýra í verjuni. Hetta verður nú broytt, tí nú verður skift til 3-5-2, sum Louis Van Gaal eisini brúkti við hollendska landsliðnum. Venjarin hevur eisini tikið eina avgerð um, at nýggjur liðskipari er Wayne Rooney.

 

Premier League byrjar í morgin, tá Manchester United tekur móti Swansea klokkan 12.45.

 

Les eisini: 11-talið hjá Ryan Giggs givið víðari

 

Er Manchester United á rættari kós og hvat nummar væntar tú, at Manchester United blívur í Premier League komandi kappingarár?