Kjak.fo lýst til sølu

Nógv umrødda heimasíðan, kjak.fo, er nú sett til sølu á uppboðssøluni loppan.fo. Dimmalætting, ið eigur og rekur kjak.fo, hevur sett sær fyri at selja kjaksíðuna, sum hevur verið sera nógv vitjað. Kjak.fo er eitt kjakforum, har tey luttakandi sjálvi hava roynt at skipa kjakið eftir førimuni, men Dimmalætting metti ikki, at síðan passaði inn í virksemi hjá felagnum.

Heimasíðan fylgdi við í keypinum við Vinnuvitan og Vikublaðnum, og Dimmalætting hevur frá byrjan roynt at fingið nýggjan ánara til netsíðuna, og eftir øllum at døma, verður kjak.fo virkið aftur innan stutta tíð.

Til ber at fylgja gongdini á uppboðssøluni á loppan.fo