Tann 1. mai í ár eru liðin 10 ár, síðan løgtingsins umboðsmaður fór til verka. Í hesum sambandi verður almenn ráðstevna í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Spurnartekin verður hendan dagin sett við hvønn týdning umboðsmaðurin hevur, og um stovnurin ger mun. Hetta fara Sjúrður Rasmussen og Johnhard Klettheyggj at viðgera á ráðstevnuni 6. mai, og Róbert Spano fer at umrøða týdningin av tílíkum stovni í smáum samfeløgum.
Sjúrður Rasmussen heldur, at fremsta uppgávan hjá umboðsmanninum er at venda frustratión hjá borgarum og fyrsitingum til inspiratión soleiðis at skilja, at borgarar og fyrisitingar kunnu fáa mál útgreinað og ummæld. Hetta hevur mangan eydnast seinastu 10 árini, heldur hann.
Johnhard Klettheyggj heldur ikki, at umboðsmaðurin skal hava vald sum ein fyrisitingardómstólur, eins og summi hava nevnt. Tá stovnurin kemur við tilmælum og átalum, virkar hann sum eitt slag av mentori hjá fyrisitingini, ið so rættar síni mistøk. Júst soleiðis eigur stovnurin at virka, heldur hann.
Róbert Spano fer at greiða frá royndunum í Íslandi við umboðsmanni í góð 20 ár. Hann heldur, at borgarar altíð mugu hava ein realistiskan møguleika at venda sær til ein óheftan stovn at fáa rættvísa viðferð. Rættarskipanin er ofta ein kostnaðarmikil møguleiki, men umboðsmaðurin er ókeypis.
Tiltakið byrjar kl. 13.00 í, og er opið fyri øllum.
Hesum boðar løgtingsins umboðsmaður frá í dag.