Russiska fiskiveiðieftirlitið vil sleppa at gera kanningar umborð á øllum fiskiskipum, sum royna í verndarøkinum kring Svalbard, men tað vilja norðmenn ikki loyva teimum.
Russisk vaktarskip eru við Svalbard, men tey kunnu bara seta fólk umborð á russisk fiskiskip at kanna viðurskiftini. Tey norsku vaktarskipini kunnu harafturímóti seta fólk umborð á øll skip, sum fiska í økinum.
Norska blaðið VG veit at siga, at ovastin fyri teirri russisku trygdartænastuni FSB, Sergej Kudrjadjov, hevur sent norska verjumálaráðnum bræv, har hann skjýtur upp, at londini hava felags fiskiveiðieftirlit við Svalbard. Men tað verður av ongum.
-Hetta er norskt øki, har Noreg fremur ræðisrættin, sigur Roger Ingebrigtsen í verjumálaráðnum í Oslo við blaðið. Hann leggur afturat, at núverandi skipan virkar væl, og at tað er eingin orsøk til at broyta nakað.