Seinnapartsendingin á Rás2 fer aftur av bakkastokki í dag klokkan 16.00, og hesaferð fara kjakluttakararnir at kjakast um sendingarnar hjá Óla Breckman á Rás2, um rúsdrekka skal út í handlarnar og tryggleikan í kt-skipanunum í landinum.
Umframt hetta fer seinnapartsendingin at varpa ljós á fløguaktuellu Eivør og Marius, sum bæði eru farin á eina mánaðarlanga tourne í dag. Og næmingarnir í Hoydølum seta orð á týdningin av at fáa sálarfrøðiliga hjálp í lestrarárunum.
Sendingin verður á Rás2 frá 16.00 til 18.00