Rógvi Nybo
Túnatos vilja summi kalla tað. Onnur halda tað mest minna um smágrenj, tvætl og humbukk. Til tíðir gongur tað hart fyri seg, og ikki altíð í einum líka sámuligum tóna. Tað er tó ein sannroynd, at stórur og vaksandi partur av kjakinum, sum gongur fyri seg millum fólk, í dag er at síggja á Facebook.
Hetta hevur nakrar heilt serligar avbjóðingar við sær fyri Landsbókasavnið, sum eitt nú hevur til uppgávu at skjalfesta tað samskifti, sum er millum fólk. Í nógv ár hevur Landsbókasavnið goymt dagbløðini, og tað ger tað í dag møguligt hjá fólki við áhuga og sum arbeiða við gransking, at hyggja eftir, hvussu kjakið hevur verið í einum ávísum tíðarskeiði, hvussu tónalagið hevur verið, og hvat kjakið hevur snúð seg um.
Men í dag gongur tað mesta av samskiftinum í samfelagnum fyri seg í talgildu miðlunum. Facebook, Twitter, heimasíður, bloggar og so framvegis gerast ein støðugt meira týðandi partur av almenna kjakinum, og tí hevur hetta eisini áhuga hjá Landsbókasavninum at fáa goymt. Men tað er alt annað enn lætt.
Nógvir spurningar
Erhard Jacobsen er leiðari á Landsbókasavninum. Hann ásannar, at tey í dag standa við einari kollossalari uppgávu, tá tað snýr seg um at klára at fylgja við og skjalfesta tað almenna kjakið í Føroyum til eftirtíðina.
- Tað eru nógvir spurningar, sum vit mugu fáa greiðu á í sambandi við Facebook. Spurningurin er, hvat hevur áhuga, og hvat er atkomiligt. Sumt av kjakinum er alment atkomiligt, men tað er eisini nógv, sum ikki er alment. Eisini er spurningurin, hvat Facebook er fyri ein sjangra. Tað kann verða ringt at fáa greiðu á. Sumt av prátinum á Facebook minnir kanska mest um túnatos. Og hevur tað nakran týdning at goyma eisini, sigur Erhard Jacobsen spyrjandi.
Krevur nógva orku
Tað finnast møguleikar fyri at fáa skjalfest samskiftið á Facebook. Erhard Jacobsen greiðir eisini frá, at tey á Landsbókasavninum arbeiða við at seta skipanir upp, sum kunnu nýtast til at skjalfesta nógv av tí talgilda samskiftinum, sum fer fram. Men tað krevur nógva orku í arbeiðsmegi og peningaliga, og krevur eisini vælvilja frá stóru leikarunum á samskiftismarknaðinum.
- Vit mugu dúgva upp á vælvilja frá stórum organisatiónum, so sum Facbook og Google. Tær goyma sjálvar ein stóran part av tí, sum verður skrivað og sagt á teirra síðum, men tá liggur tilfarið spjatt nógvastaðni, og eingin hevur veruliga ábyrgd av hesum, vísur Erhard Jacobsen á.
Hann sigur tó, at Landsbókasavnið hevur lógarskyldu til at fáa skjalfest alt tað talgilda samskifti, sum hevur áhuga, og at hetta tí er ein týdningarmikil uppgáva, sum má og skal loysast.
Loysn má finnast skjótt
Sambært leiðaranum á Landsbókasavninum er ein av teimum mongu møguleikunum við Facebook at fáa tikið ein úrskurð av øllum tí samskiftinum, sum er á føroyskum í eitt ávíst tíðarskeið, fyri á tann hátt at kunna skjalfesta, hvat fólk kjakast um, hvussu málið er og so framvegis.
Fyri framtíðina hevur tað stóran týdning at fáa gjørt hetta arbeiði skjótt, soleiðis at tú í framtíðini fær hugt aftur og granskað samfelagið í dag.
Um onkur í framtíðini fer at hyggja aftur í tíðina og kanna samskiftið tá í tíðini, og vinkulin er upp á tað meira elitera samskiftið, sum gongur fyri seg í eitt nú bløðunum, so er vandi fyri at missa ein stóran part, um mann skal úttala seg um fortíðina.
- So missur tú alt tað meira fólksliga aspektið av kjakinum. Tí hevur tað eisini týdning at fáa goymt henda partin. Annars kann mann koma út fyri, at mann útalar seg um ting, mann slett ikki hevur dekning fyri, ella sum ikki passa, vísur Erhard Jacobsen á.
Tá vit spyrja hann, um tað tí verður arbeitt við nøkrum ítøkiligum loysnum, sigur Erhard Jacobsen, at tað verður arbeitt við at seta skipanir upp, men ásannar samstundis at arbeiðið møguliga ikki verður nóg høgt raðfest, sum er.
- Hetta arbeiðið skal gerast, og tað skal gerast skjótt, staðfestir Erhard Jacbobsen, leiðari á Landsbókasavninum.