Kjartan Johansen: Kenslan er eitt sindur blandað

Kjartan Johansen vónar at kunna spæla um at vinna Føroyum nøkur stig í EM-bólki D, har mótstøðuliðini eru Noreg, Slovenia og Póland

Noreg, Slovenia og Póland í EM-bólki D í Berlin. Soleiðis háttaði EM-lutakastið hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti seg. 

 

11. januar: FØROYAR - Slovenia

 

13. januar: FØROYAR - Noreg

 

15. januar: FØROYAR - Póland

 

Um lutakastið sigur Kjartan Johansen: - Tað er ein eitt sindur blandað kensla, hetta var ikki tað besta og heldur ikki tað ringasta lutakastið vit kundu fáa. Men tað skal so eisini sigast, at helst onki móti slíkum sterkum liðum hevði verið eitt gott lutakast fyri okkum. Eg havi góðar vónir um, at vit fara at klára at spæla nakrar góðar dystir og vónandi eisini klára at spæla um stig, sigur Kjartan.

 

Í stuttari viðmerking til in.fo um lutakastið sigur Helgi H. Hoydal: - Eg eri toluliga nøgdur, tað kundi verið betri og kundi verið verri.