Komandi kappingarár vera tveir føroyingar at síggja í fremstu norsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Sigurin hjá Viking Stavanger í gjár gjørdist enn søtari, tá ið kappingarneytarnir, Sandefjord, fyri løtu síðani taptu 24-30 ímóti Nøtterøy.
Úrslitið merkir at Helgi H. Hoydal, Kjartan Johansen og Viking Stavanger hava tryggjað sær uppflyting í fremstu norsku deildina, Rema 1000-liguna.
Sí eisini:
Kjartan og Helgi vunnu avgerandi dyst í síðstu løtu
Við úrslitinum í dag, eru fýra stig niður til Sandefjord á triðja plássi. Fýra stig eru eftir at spæla um, og Viking Stavanger er betri innanhýsis enn Sandefjord.
Teir báðir føroyingarnir hava átt stóran lut í uppflytingini til fremstu norsku deildina.
Kjartan Johansen er toppskjútti hjá liðnum - og í allari deildini, við 151 málum í 20 dystum.
Helgi Hildarson Hoydal er liðskipari og nummar tvey á toppskjúttalistanum hjá Viking Stavanger við 75 málum í 19 dystum.
Tveir dystir eru eftir at spæla, og spurningurin er nú bert um føroyingafelagið endar nummar eitt ella tvey.
Viking Stavanger spælir ímóti oddaliðnum, Fjellhammer, mikudagin.
##med2##
Nr | Lag | K | P |
---|---|---|---|
1 | Fjellhammer | 19 | 30 |
2 | Viking Håndball | 20 | 30 |
3 | Sandefjord Håndball | 20 | 26 |
4 | Nøtterøy Håndball | 20 | 23 |
5 | Falk Horten | 19 | 22 |
6 | Viking TIF | 19 | 20 |
7 | Kristiansand Topphåndball | 19 | 19 |
8 | Charlottenlund | 19 | 16 |
9 | Sandnes | 19 | 16 |
10 | Lillestrøm TH | 20 | 14 |
11 | LFH09 | 19 | 10 |
12 | Bodø HK | 19 | 6 |