Kjartan og Önnered bjargaðu plássinum í bestu deildini

Önnered mátti gjøgnum fimm Play Off dystir áðrenn tað eydnaðist at tryggja plássið í bestu svensku hondbóltsdeildini

Føroyski landsliðsspælarin, Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Önnered kundu anda lættan í dag, tí plássið í bestu svensku hondbóltsdeildini bleiv tryggjað.

 

Önnered mátti gjøgnum fimm Play Off dystir móti Skånela úr næstbestu deildini áðrenn samlaði sigurin var heima.

 

Önnered vann í dag á heimavølli 36-29. Skånela var leingi væl við í dystinum, og í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Við støðuna 26-25 til heimaliðið eydnaðist tað Önnered at toga seg upp á eina 28-25 leiðslu. Skånela svaraði aftur við einum máli, men so hevði Önnered bestu løtuna í dystinum, har teir fóru frá einari 28-26 leiðslu til eina 33-26 leiðslu, og so var sloppið.

 

Kjartan gjørdi góðan mun við at skjóta seks mál fyri Önnered í dag, umframt at leggja upp til onnur mál.

 

Sæð við føroyskum landsliðsbrillum er tað eisini gleðiligt, at vit hava tríggjar spælarar í bestu svensku deildini komandi kappingarár, Kjartan Johansen í Önnered og Óla Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu í Sävehof.