Kjartan og Önnered mistu sigurin í seinastu sekundunum

Heldur ikki í kvøld fingu Kjartan Johansen og liðfelagarnir ein hart tiltrongdan sigur

Kjartan Johansen skoraði trý mál uppá sjey málmøguleikar tá lið hansara, Önnered spældi javnleik 29-29 á heimavølli móti Alingsås í dysti í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Kjartan og liðfelagarnir iðra seg veruliga, tí teir vóru á odda 29-28 tá bert fá sekund vóru eftir av dystinum, men ólukkutíð eydnaðist tað útiliðnum at javna til 29-29 og taka eitt stig við sær til Alingsås.

 

Önnered hevur veruliga havt stóran mótburð seinastu vikurnar, tí fleiri av spælarunum hava verið í Korona-sóttarhaldi, og tað hevur ikki bøtt um úrtøkuna á vøllinum. 

 

Sunnudagin møtast Önnered og Alingsås aftur í Alingsås. 

 

Støðan: 

 

Nr                    Lið: DystirVJT+/-Stig+/-
1 IFK Kristianstad13922381 - 3252056
2 IK Sävehof12912364 - 3211943
3 IFK Skövde HK11902338 - 3021836
4 Ystads IF HF13814386 - 3481738
5 Alingsås HK13643366 - 3501616
6 HK Malmö13625369 - 361148
7 Hammarby IF HF13616385 - 379136
8 Eskilstuna Guif IF13607352 - 38112-29
9 HK Aranäs13427341 - 37710-36
10 IF Hallby HK12417316 - 3359-19
11 Lugi HF12408322 - 3308-8
12 IFK Ystad HK13247346 - 3848-38
13 Önnereds HK13319349 - 3927-43
14 Redbergslids IK12219327 - 3575-30