Kjartan toppskjútti tá Fyllingen fekk stig á útivølli

Kjartan Johansen skoraði sjey mál fyri Fyllingen Bergen á útivølli ímóti Bodø fyrr í kvøld

Tað hevur gingið illa hjá Kjartani Johansen og liðfeløgunum í Fyllingen Bergen í undanfarnu fimm útidystunum í bestu norsku hondbóltsdeildini at fáa stig á útivølli. 

 

Men í kvøld brast fyri nev hjá Fyllingen. Fyllingen spældi javnleik 30-30 ímóti Bodø á útivølli, og er fyrsta stigið í seks útidystum komið til høldar. Í steðginum var Fyllingen Bergen á odda 17-14. 

 

Tað gekk væl hjá Kjartani Johansen, sum saman við Inge Hvidsten gjørdist toppskjútti hjá Fyllingen Bergen við sjey málum. Kjartan Johansen hevði 11 royndir á málið hjá Bodø, og sjey av teimum sótu í málinum hjá Bodø. Kjartan var ísakaldur allarseinastu løtuna tá hann við brotskasti javnaði til 30-30, sum gjørdist endaliga úrslitið.

 

Í vikuskiftinum kom Fyllingen Bergen eisini víðari í evropeisku Challenge Cup kappingini. Fyllingen Bergen vann á heimavølli ein tryggan 30-21 (16-10) sigur á Vogosca úr Bosnia, og ein samlaðan 65-54 sigur yvir tveir dystir. Kjartan Johansen skoraði trý mál í 30-21 sigrinum.

 

Komandi mikukvøld spælir Fyllingen Bergen á heimavølli ímóti Notterøy, sum liggur aftast í bestu norsku hondbóltsdeildini við ongum stigi.

 

Støðan:

 

1.Halden11812375:30217


 
2.Drammen10703295:26914


 
3.Elverum7610241:19413


 
4.Arendal9612289:24313


5.Haslum BK10532278:28013

6.Bækkelaget10424293:28410

7.FYLLINGEN BERGEN10325286:3058


8.Sandnes10406257:2978

9.Bodø10316288:2997

10.Kolstad10316270:2917

11.Falk9306213:2526

12.Notterøy100010252:3210