Trý føroyingalið hava verið í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hetta vikuskiftið. Harímillum var ein føroyingauppgerð.
Í Park Vendia høllini í Hjørring tóku Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel móti Leivi Mortensen, Janusi Dam Djurhuus, Jónasi G. Djurhuus og liðfeløgunum í HC Keypmannahavn.
Vendsyssel vann dystin 32-27. Heimaliðið var frammanfyri við seks málum í steðginum, 16-10.
Kjartan (myndin) var toppskjútti hjá heimaliðnum við sjey málum. Leivur skoraði trý mál og Janus skoraði tvey mál fyri útiliðið.
Vendsyssel er fjórðaftast í deildini við 15 stigum. Teir hava lagt sjógv ímillum seg og trý tey aftastu liðini, og hevur Vendsyssel nú átta stig niður til niðurflytingarstrikuna.
HC Keypmannahavn er aftast við fimm stigum, og nú sær ógvuliga svart út hjá teimum at bjarga plássinum í deildini.
Í Lollands Bank Arena í Maribo vunnu Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne tepran, men sera týðandi 32-31 sigur á Odder.
Dines Kjeldgaard skoraði sigursmálið hjá suðuroyggjamonnum í allarseinasta sekundinum. Pauli skoraði tvey mál í dystinum.
Team Sydhavsøerne er næstfremst í deildini við 32 stigum. Kolding og Aarhus hava eisini 32 stig, so kapprenningin er hørð. Fremst er Skive við 35 stigum.
Hóskvøldið klokkan 18.30 tekur júst Kolding móti Team Sydhavsøerne. Vinnandi liðið fer at hava ein góðan fyrimun í uppflytingarstríðnum.











