B36 vann VFF Cup

Brotssparkskapping mátti til

Mynd: Venjarafelag Føroya

B36 hevur vunnið VFF Cup 2026.

 

Í finaluni á Tórsvølli vann B36 aftaná brotssparkskapping 6-5 á NSÍ. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 2-2. B36 var á odda 1-0 í steðginum, og var eisini á odda 2-1 í seinna hálvleiki. 

 

Dávid B. Andreasen og Jógvan K. Gullfoss skoraðu málini hjá B36. Vit hava enn ikki fingið staðfest hvør skoraði málini hjá NSÍ. 

 

Í brotssparkskappingini brendi B36 tvey brotspørk, meðan NSÍ brendi trý brotsspørk. 

 

 

 

Mynd: Venjarafelag Føroya