Ungu genturnar úr Kollafirði vóru tryggur vinnari, tá ið fyrsti róðurin á vestanstevnu í Sørvági var á skrá. Líkindini eru góð at rógva, og hóast Kjósin ikki fekk besta startin, so var tað skjótt, at tær úr Kollafirði stungu stavnin undan hinum, og á málinum var Kjósin eina bátslongd undan næstu avbjóðarunum.
Spennandi kappingina um næstfremsta plássið vann Spógvin av Glyvrum, sum var eitt vet frammanfyri Malunarhav úr Fuglafirði.
Títlingur, sum vann á fjarðastevnu í Vestmanna, endaði í dag á fimta plássi – aftanfyri Ingibjørg sum eisini hoyrir til Havnar Róðrarfelag.
Í FM kappingini er Kjósin fimm stig frammanfyri Malunarhav. Tað vil siga, at um Kjósin á ólavsøku vinnur trý stig, so endar FM heitið í Kollafirði.
-
1 | Kjósin (KÍF) | 05:41.42 |
2 | Spógvin (NSÍ) | 05:46.02 |
3 | Malunarhav (ÍF) | 05:46.22 |
4 | Ingibjørg (HR) | 05:46.44 |
5 | Títlingur (HR) | 05:50.17 |
6 | Tistil (FSR) | 06:06.00 |
7 | Beinta (MR) | 06:10.38 |
8 | Drekin (HR) | 06:47.21 |
stavnur.fo
-
FM kappingin
1 | Kjósin (KÍF) | 33 |
2 | Malunarhav (ÍF) | 28 |
3 | Títlingur (HR) | 25 |
4 | Drekin (HR) | 22 |
5 | Spógvin (NSÍ) | 19 |
6 | Ingibjørg (HR) | 19 |
7 | Tistil (FSR) | 3 |
8 | Beinta (MR) | 3 |
9 | Ternan (NSÍ) | 0 |