Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur frá sjúkralegu síni í Danmark alla tíðina verið við í samráðingunum milum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.
Hann er væl nøgdur við nýggju semjuna og gjørdist kløkkur, og ikki sørt keddur, tá hann hoyrdi metingarnar hjá løgmanni um nýggja sáttmálan.
Løgmaður, Anfinn Kallsberg, metti í ÚF mánakvøldið, at hetta var skrúvan uttan enda og at betri hevði verið við skattalætta.
- Eg helt meg eisini hoyra hann siga, at hann kendi ikki sáttmálan og síðani komu nøkur tøl, ið einki skil var á, t.d. nevndi hann 200 milliónir, sigur Karsten Hansen.
- Eg greiddi løgmanni frá semjuni, áðrenn undirskrivingin fór fram. Eg havi síðani einki hoyrt frá løgmanni, sigur Karsten Hansen.
- Tíðindafólk hava prátað við løgmann og við meg, men eg fekk einki at vita um, hvat løgmaður metti, so ikki er frítt, at her kanska verður roynt at spæla okkum út hvør móti øðrum, sigur Karsten Hansen, sum heldur okkurt av hesum vera tikið úr samanhanginum, tí annars skilir hann púrt einki.
Álit á løgmanni
- Men tað álit havi eg á løgmanni, at hann er ikki av sær sjálvum farin út í fjølmiðlarnar soleiðis. Eg trúgvi ikki, tað hongur soleiðis saman. Men heldur løgmaður hinvegin, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur borið seg skeivt at, so eigur hann at koma til mín, metir Karsten Hansen.
- Men løgmaður og eg hava havt eitt álitisforhold og hava vanliga ikki hartað hvønn annan í fjølmiðlunum, staðfestir Karsten Hansen, sum heldur ikki skilir, hví neyðugt er at ringja til løgmann at spyrja um málsøkiini hjá fíggjarmálaráðharranum, hóast hesin er uttanlands. Hetta metir hann sum óvanligt og heldur óseriøst.
- Eg havi verið við til samráðingarnar alla tíðina, hjálptur av telefon og faxi og øðrum. Eg eri væl nøgdur og tað er Starvsmanafelagið eisini, so eg skilji ikki øsingina, sigur Karsten Hansen.
Snýr seg um menniskju
- Fyri tveimum árum síðani var verkfall og stríð um lønarskipan, sum øll minnast. Tá setti eg mær fyri, at soleiðis kann ein ikki fara við fólki. Nú er ein sáttmáli fingin uppá 2 ár og 7 mánaðir og tað eigur ein at hava í huga. T.d. var 2 ára sáttmálin við Føroya Tele seinast dýrari enn hesin, samanber Karsten Hansen.
- Kostnaðurin av nýggja sáttmálanum við Starvsmannafelagið er uttan lønarskipanina 3,5% árliga. Tað er t.d. lítið í mun til, hvat gongur fyri seg í Løgtinginum, eittnú við keypi av bygningum og øðrum, sigur Karsten Hansen.
- Tað snýr seg um menniskju og um, at hugsa má um tey, í eru og gerast eldri. Alt heta nýtist ikki at kosta samfelagnum nakað, um ein torir at taka avgerðir, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Skattalætin er komin
Løgmaður hevur í fjølmiðlunum sagt, at ynskiligt hevði verið við skattalætta.
- Skattalættin er komin á nýggjárinum. Talan var um 50 milliónir og síðani aftur í januar, so vit tosa um eini 80 milliónir, sigur Karsten Hansen.
- Ein kann jú heldur ikki samráðast við fakfeløgini um skattalætta, metir Karsten Hansen.
Álit
- Mín uppgáva er at gera tað, eg havi sett mær fyri, so leingi eg havi ávirkan. Men viðvíkjandi útsøgnum løgmans, so meti eg, at hatta er bara ikki hann! Hatta má vera tikið úr samanhanginum. Vit eru ikki samdir politiskt, men tað snýr seg eisini um at fara virðiliga fram, staðfestir Karsten Hansen.
- Álit er ikki nakað ein fær frá øðrum, men nakað ein vísur, sigur Karsten Hansen, ið ikki dylir, at hann er kløkkur og keddur, nú hann annars hevði fingið í lag ein sáttmála, ið báðir samráðingarpartar vóru nøgdir við.
Tað eydnaðist tíverri ikki at fá viðmerking frá løgmanni.