Gegnistrupulleikar
Tað verður ikki neyðugt hjá Klæmint Weihe, stjóra í SEV, at taka seg úr nevndini fyri Norðoyatunlinum.
Poul Arni Jacobsen, formaður í SEV stýrinum, sigur, at hóast Klæmint Weihe fkk gegnistrupulleikar í sambandi við Vágatunnilin, fer SEV stýrið ikki at krevja av honum, at hann skal siga seg úr nevndini fyri Norðoyatunlinum.
Annars gjørdi formaðurin í Umboðsráðnum hjá SEv, Hans Tausen Olsen, greitt í Degi og Viku mánakvøldið, at hann vildi hava SEV stjóran úr nevndini fyri Norðoyatunnilin.
Men formaðurin í SEV stýrinum sigur, at setanartreytirnar hjá stjóranum eru eitt stýrismál og stýrið krevur ikki, at hann skal taka seg úr nevndini.
? Stjórin hevur fingið eina átalu frá SEV stýrinum og har liggur málið.
Annars er tað ikki SEV stýrið sum ger av, hvørji hjástørv Klæmint Weihe hevur. Í hesum føri er tað politiski myndugleikin, sum hevur valt hann í stýrið og Klæmint Weihe sjálvur, sum hevur tikið av.
Men hereftir verður tað so, at limir í leiðsluni í SEV skulu hava loyvi frá stýrinum fyri at kunna átaka sær hjástørv og teir, sum eru í nevndum, skulu hava loyvi frá stýrinum undan hvørjum aðalfundi.
Poul Arni Jacobsen heldur, at nú er tað gjørt stjóranum greitt, at øll mál hjá SEV, sum hava við undirsjóvartunnilin at gera, eiga at verða løgd fyri SEV stýrið til støðutakan og tað verður tað sama í sambandi við Norðoyatunnilin.
? So fáa vit trupulleikar av hesum slagi aftur, skal tað undra meg nógv.
Annars heldur stýrisformaðurin, at Sev stýrið má nú eisini viðgerða málið um at gera greiðar mannagongdir, tá ið starvsfólk hjá SEV kunnu koma í gegnistrupulleikar av ymsum slagi.
? Men eitt er at taka seg úr einum máli vegna gegnistrupulleikar. Men gegnistrupulleikar skulu heldur ikki kunna brúkast sum umbering fyri at sleppa undan at taka eina ódámliga avgerð, so málið vendir báðar vegir.
?Tað er eisini ein fyrimunir hjá starvsfólkinum sjálvum at vita, hvattey hava at halda seg til.
SEV stjórin sigur eisini, at ein grundleggjandi spurningur, sum má viðgerast, er, í hvønn mun SEV skal samstarva við onnur.
Samstarv við Føroya Tele, Landsverkfrøðing, kommunur, og onnur, hava verið gagnlig. Eitt nú er eitt slíkt samstarv við til at forða fyri, at vegir verða grivnir upp óneyðuga ofta, sum var ein stórur trupulleiki fyrr. Og eitt slíkt samstarv tryggjr eisini, at rættar tekniskar loysnir verða valdar í nógvum førum, har SEV hevur sakkunnleikan. Og spurningurin er eisini nær málini verða so stór, at tey skulu leggjast fyri stýrið.
?Spurningurin um, hvussu langt SEV skal fara er ein viðgerð, sum SEV má takast upp, sigur Poul Arni Jacobsen.
Sí eisini greinina ?Stjórin í SEV fingið átalu?