Arbeiðið við marghøllini í Vági gongur eftir ætlan.
Nú er gjørt klárt at fáa upp galvarnar á Marghøllini, samstundis verður seinasta hond løgd á arbeiðið inni í sjálvari høllini. Í næstu viku verður farið undir at stoypa skiftirúm og annað inni í høllini.
Eisini er gongd komin á at festa niðasta partin av dúkinum í fundamentið.