Fótbóltur
Trýstið lág á runavíkingum, tá teir mánakvøldið ferðastu vestur um fjørðin at avgreiða grannauppgerðina móti Skála. Uppgerðin varð útsett ein dag, tá veðrið ikki loyvdi nøkrum fótbóltsspæli sunnudagin, og meðan runavíkingar soleiðis vóru í bíðistøðu, hevði HB nýtt sunnudagin til at leggja seg á odda í bestu deildini.
Tí kendu runavíkingar treytirnar undan dystinum. Bert ein sigur vildi viðføra, at teir vunnu seg aftur á ovastu rók.
Málið loysti
Og tað var alt fyri eitt greitt, at runavíkingarnir løgdu nógv fyri. Eini grannauppgerð so líkt, so tóktust báðir partar at vera tendraðir frá fyrsta bríksli. Krútið varð ikki spart í nærdystunum, sum vóru nógvir og harðir í tali, og tó at NSÍ hevði eina leikliga yvirvág, so vóru fleiri ábendingar um, at talan væl kundi gerast um eina sera spennandi uppgerð.
Spenningurin helt sær í akkurát 12 minuttir. Tá hevði NSÍ vunnið sær hornaspark í høgru síðu. Sjúrður Jacobsen sendi innfyri, og eftir at stútari móti málinum í fyrstu atløgu miseydnaðist, datt bólturin í aðru atløgu niður til Djóna N. Joensen, sum var avgjørdur og potaði í kassan.
So var NSÍ á odda, og hetta gjørdi, at teimum nú ikki nýttist at leggja so nógv fyri í framrættaða spælinum, men ístaðin kundu royna at koyra bóltin runt, soleiðis at spælið gjørdist meira opið. Fram til hetta høvdu skálamenn nevnliga í stóran mun lagt dentin á eina kompakta verju, fyri síðani at dúva upp á skjót mótálop, men tað sigur seg sjálvt, at við málinum hjá NSÍ versnaðu fyritreytirnar fyri hesum.
Framvegis royndi Skála í stóran mun at halda fast í verjuspælinum, men tað var nú onkursvegna, sum høvdu teir mist trúnna uppá, at tað skuldi lata seg gera at basa runavíkingunum. Sum ein eind arbeiddi liðið nú ikki á sama hátt. Heldur var tað soleiðis, at leikararnir stríddust hvør sær, og tá ber ofta til at spæla seg burtur úr trupulleikunum við bara einum ella tveimum bóltflytingum, og var hetta eisini nakað, sum runavíkingarnir royndu at leggja dent á.
Fleiri ferðir var um reppið, at teir við flytingum í antin breidd ella djúpd spældu Skála-verjuna tunna, og eftir at hava hótt nakrar ferðirnar, eydnaðist tað um miðjan hálvleikin at økja í 2-0. Uppspælið endaði í høgru síðu, har Brynjólvur Nielsen hevði góðar stundir at leggja sær bóltin til rættis. Innleggið lá neyvt í holið millum verju á málverja, har Ulrik Balling kom rennandi, og so hevði danin skotið sítt fimta mál í eins nógvum dystum, síðani hann í summar kom til NSÍ.
Fall saman
Vóru skálamenn tamir eftir fyrsta NSÍ-málið, so fullu teir mest sum í fátt, nú munurin var øktur. Restina av hálvleikinum stýrdi NSÍ snøgt sagt dystinum, og tað mundi eisini draga skeiva vegin hjá Skála, at Dánajal Hansen nakað seinni var noyddur at fara av vøllinum við einum ísposa um eyma fótliðið, sum hevur plágað hann stóran part av árinum.
Fleiri ferðir var eisini um reppið, at heilt stórir møguleikar spurdust burturúr yvirvágini hjá NSÍ, men mest sum hvørja ferð restaði seinasti neyvleikin.
Ivaleyst høvdu skálamenn nýtt steðgin til at gera av, hvussu teir á bestan hátt kundu avgreiða seinna hálvleik, uttan at verða fullkomuliga úrlætnir, men tað var tó skjótt, at ein týdningarmikil liður í spæliætlan teirra var burtur. Ulrik Balling varð leiktur leysur innanfyri verjuna, og tá hann skuldi lyfta upp um Eugen Voda í málinum, nýtti hesin hendurnar at bjarga við. Hóast heimamenninir ikki vóru samdir, so metti dómarin, at hendingin fór fram uttan fyri brotsteigin, og so var bara ein vegur hjá rumenska málverjanum, og tað var í brúsuna.
Eftirfylgjandi frísparkið sendi Brynjólvur Nielsen beinleiðis í kassan, og so tóktist alt bara vera ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða.
Tað gjørdist bert til eitt mál afturat, men orsøkin til hetta var so avgjørt ikki, at runavíkingar ikki høvdu møguleikar til fleiri. Sersliga Ulrik Balling, sum annars hevur sýnt eitt ræðani máltev, brendi nógv, men hann átti so sín lut í seinasta málinum í dystinum. Staddur høgru megin í brotsteiginum smekkaði hann til. Arnold Berg ? sum nú vardi málið - hálvbjargaði royndini, men í aðru atløgu kundi hann bert hyggja at, tá Sjúrður Jacobsen beindi bóltin seinasta pettið í netið.
Klárt til finalu
Sostatt vann NSÍ ein sannførandi sigur á grannunum av Skála, og við sigrinum vunnu teir seg aftur upp á ovasta sessin á stigatalvuni. Har verða teir so í øllum førum hangandi í 13 dagar, nú frívikuskiftið verður, men eftir landsliðssteðgin er mangt sum bendir á, at talan verður um eina rætta FM-finalu, tá HB kemur á vitjan. Ein dystur, har vinnarin í øllum førum kann fáa nakað, sum líkist einum avgerandi fyrimuni í stríðnum um gullkrónurnar.
Og skal metast eftir dystinum á Skála, so eru runavíkingar til reiðar til stóru avbjóðingina. Í nógv ár hava fleiri av gulu leikarunum verið mettir sum stórtalent, men undir Jógvan Martin Olsen hava fleiri teirra veruliga ment seg, soleiðis at talan hevur verið um støðugt góð avrik. Ikki minst tí liðið í mangar mátar tykist vera eitt sera sterkt kollektiv, har allir arbeiða fyri allar, og nú landsliðsmenninir báðir, Pól Thorsteinsson og Helgi L. Petersen, aftur tykjast vera komnir fyri seg, stendur venjarin av álvara við einum positivum trupulleika, tá hann skal gera av, hvørjir leikarar skulu setast á beinkin.
Nei. Einki er at siga til, at fótbóltsfepurin í Runavíkini setir nýggj hitamet fyri hvørt umfarið sum gongur, og tað skal vera løgið, um talan ikki verður um áskoðaramet við Løkln um tvær vikur.
Dysturin í tølum
Skála-NSÍ -4 (0-2)
0-1: Djóni N. Joensen 12
0-2: Ulrik Balling 27
0-3: Brynjolvur Nielsen 49
0-4: Sjúrður Jacobsen 53
Dómari: Páll Augustinussen
Skála: Eugen Voda - Rúni Rasmussen, Pauli Pouslen, Bent Djurhuus, Áki Petersen - Kári Nielsen, Pauli Hansen, Dánial Hansen, Bárður Danielsen - Alexandru Gabor, Alexander Johansen
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Djoni N. Joensen, Pól Thorsteinsson ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen ? Óli Hansen, Ulrik Balling