Samrøðan við landsstýrismannin var tó ein skandala. Eg havi annars ikki vilja tikið undir við nógvum sum siga Dag og Viku vera blivið til eitt reklamusjónvarp fyri landsstýrið. Men samrøðan við landsstýrismannin var onki annað enn mikrofonhaldarí, eitt óverdugt avrik fyri tíðindafólk sum vilja vera annað enn klæðsekksdrongir fyri landsstýrið.
Eg havi enn ongantíð hoyrt Kartin Hansen sagt nakað við ítøkiligum innihaldi, annað enn nakrar frasur ella klisjeir sum hann tekur upp í saman. So eg var spentur at hoyra hvat tað var eydnast sjónvarpinum at fáa burtur úr honum av nýggjheitum, ikki minst tí sagt var at landsstýrismaðurin fór at leggja eina fíggjarlóg fram sum var merkt av at fullveldið stóð ovast á skránni. Men eg gjørdist púra paff. Maðurin slapp at blása bløðrur út í leysa luft. Frá sjónvarpsmanninum hoyrdist ikki eitt kvekk, t.d. við at spyrja landsstýrismannin, á hvønn hátt fíggjarlógin var merkt av einum sjálvstøðugum búskapi, tá hon byggir á størri statsstudning enn nakrantíð áður, vissaður trý ár framm í tíðina, góða veiðu, fiskaprísir í toppinum og yvirhøvur viðrák av góðum konjunkturum. Og landsstýrismaðurin slapp at halda áfram við at slongja pástandir úr sær, m.a. um tann alt ov dýra almenna sektorin, har man fær alt ov lítið fyri pengarnar. Sjálvandi eigur landsstýrismaðurin ikki at sleppa undan at greiða frá, hvat hann meinar við, sum er ov dýrt og sum vit fáa ov lítið burturúr. Er tað heimarøktin?
Forsorgin? Sjúkrahúsverkið? Ella fíggjarmálastýrið á Argjum? Ella øll stýrini við øllum stjórunum og nógvum øðrum góðum monnum, sum núverandi løgmaðurin setti í starv í sínum fyrra starvi sum landsstýrismaður í fíggjarmálum? Tað má jú hava stóran almennan áhuga, hvat tað er sum landsstýrismaðurin ætlar at gera bíligari og hvussu tað sæst á fíggjarlógaruppskotinum.
Var hetta ein kiksari hjá redaktiónini fyri Dag og Viku, kann tað rættast uppaftur. At tey duga, hava vit sæð, t.d. innslagið í Degi og Viku týskvøldið tann 8. sept., sum fyrimyndarliga sakliga og lættskiljandi greiddi frá, hvør munurin er á teimum báðum uppskotunum til føroyskt sjálvræði, tí hjá landsstýrinum og tí hjá Javnaðarflokkinum.
Eg kann ikki fáa meg at trúgva at innslagið hóskvøldið skal verða stílurin hjá teimum sum sjálvi stolt kalla seg ?tann fjórða statsmaktin? í Føroyum.
Vestmanna, t. 24. 9. 1998
Hans Pauli Strøm,
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin