Í klæðum kongs

At føroyingar eru í danska herinum ella í lívgardanum hjá drotningini, er ikki so óvanligt. Men at tveir brøður velja hesa leið, er ikki gerandiskostur, men brøðurnir Rene og Djóni Eidesgaard úr Vági hava báðir roynt seg í kongsins klæðum

Verður brúdleyp í danska kongshúsinum í næstum, sum fleiri helst eru ivaleys í, so er ein føroyingur millum kongaligu tónleikararnar til stórhendingina.
Djóni Eidesgaard er nevniliga tónleikari í kongaliga lívgardanum.
Søgan er tann, at eldri bróður Djóna, Rene Eidesgaard, í 1997 gjørdi av at fara í danska hertænastu og so í lívgardan. Tað eru teir við stóru og lodnu húgvunum. Nú er Djóni eisini farin sama veg, men hevur tó valt at fara tónleikavegin og hann leikar nú trummu, tá gardin dagliga hevur sína gongd við Gothersgade og við Amalienborg ella Fredensborg, alt eftir hvar tey kongaligu nú halda til.
Dreingjadreymur
Rene greiðir frá, at tá hann í 1997 valdi danska herin, so var talan um ein dreingjadreym. Hann var skúlatroyttur og vildi royna okkurt øðrvísi og spennandi.
Rene var í hernaðartænastu frá juni í 1997 til maj 1998. Fyrst er ein vanligur soldátur, men so kann ein t.d. velja at fara í lívgardan hjá drotningini.
- Tað var strævið og vit vóru undir trýsti frá byrjanini, sigur Rene.
Nógv byrja sjálvboðin, eini 1000 mans árliga. Nú Djóni byrjaði í heyst, vóru eini 850, ið byrjaðu.
Djóni vitjaði heima um jólini, nøkur kilo lættari, enn tá hann fór avstað fyri nøkrum mánaðum síðani. Hann visti frá Rene, hvat tað snúði seg um, og hevði eisini hug at royna hernaðarlívið. Eftir at hava verið neyðugu hernaðartænastuna, kann ein velja, t.d. at fara undir útbúgving, og hesin møguleikin stendur frammaliga hjá Djóna.
Eins og bróðurin valdi hann lívgardan, men fór eitt fet víðari og royndi seg sum trummuleikara og varð góðtikin. Nú er hann kongaligur tónleikari og ber og leikar á eina 4 og eitt hálvt kilo tunga trummu, ið kostar 10.000 krónur.
Tá ein velur júst hesa leiðina, so sleppur ein undan at fara aftur at "spæla soldátur", sum ein annars skal. Djóni býr á kassernuni við Rosenborg, tí har er drotningin júst nú, og tá hon er har, so er parada hvønn dag.
Annars er lívið sum gardi ella tónleikari merkt av ávísum tíðum og hvat tey kongaligu havast at og hvar tey eru.
- Fyri tíðina er kongavakt og ein túrur er hvønn dag klokkan 10.00, sigur Djóni, sum tó má upp við morginum at venja nýggj løg.
Og verður so kongaligt brúdleyp í næstum, sum útlit eru til, so verður ein føroyingur millum kongaligu tónleikararnar.
Royna at fáa teir at flenna
Sum tónleikari eru ferðir ein partur av lívinum og fyrst er ein túrur til Edinburgh til Tatoo á skránni. Nógvir føroyingar kenna hesa árligu hending, ið vanliga verður víst í sjónvarpi.
Rene valdi í síni tíð ikki ávísa leið innan gardan, men stóð vakt, sum ein av eyðkendu vaktarmonnunum í stóru lodnu húgvunum. Og hesar kenna øll og mong hava helst roynt at fáa onkran teirra at flenna ella at smílast, hóast teir eiga at láta sum einki.
- Serliga eru tað svenskarar, ið royna hetta, sigur Rene, og minnir á, at teir ofta komu júst hesa leiðina á síni ferð í Keypmannahvn, men eisini danir royna seg.
- Og so er tað jú kenda søgan um japanarar við sínum myndatólum, smálær Rene.
Báðir eru teir samdir um, at hernaðarlívið kann vera strævið og einstáttað. Dagarnir kunnu vera skemalagdir einar 14 dagar fram.
- Vakt er alt samdøgrið og vaktarskiftið er býtt í 3. Tað er stuttligt at standa vakt í byrjanini, men í 4 mánaðar, tað er long tíð. Serliga á nátt, ein sær kanska bert ein einsamallan taxabil, sigur Rene.
Guðstænasta á jeepi
Rene og Djóni eru ájavnt í tænastu, tó at Djóni hevur valt aðra leið. Fyrsta tíðin er soldátalív og báðir hava eisini vunnið sær Rex tekinini, sum fáast eftir grótharða Rex-túrin, har fleiri falla frá.
- Eg minnist, at einaferð høvdu vit guðstænastu, ið var sera improviserað, altar var motorhjálmurin á einum Jeepi, minnist Rene og báðir minnast aftur á svangligar løtur og minni hugaligar løtur.
- Tað er ein túrur uppá eini 80 kilometrar og ein verður trýstur í botn, matarlepin var nakað soleiðis, eitt síl, tvey epli, ein leykur og eina gularót. Yvirmenn kundu finna uppá at minna okkum á allar teir avlopspartar av pizza, sum vit millum ár og dag høvdu blakað burtur. Jú, eitt vikuskifti í helheimi, eru Rene og Djóni samdir um, tó teir fegnir vísa á Rex tekin síni.
Ein broyting, sum hend er, síðani Rene var í tænastu sum lívgardi er, at í dag sleppa eisini konufólk at royna seg og 8 eru í løtuni.
Júst hví ein velur at royna herin eru orsøkirnar helst ymsar til, halda Rene og Djóni Eidesgaard, men ein lærur mangt og finnur útav aftaná, hvat ein fekk burturúr, siga teir báðir.
Djóni fór aftur í kongaligu klæðini eftir jól, hóast jóladøgurðin og dagarnir heima gjørdu tilpassingina eitt vet verri. Hann umhugsar nú, um hann skal halda fram í herinum eftir lokna tænastu og fara undir úrbúgving har, tí har eru góðar sømdur og nógvir møguleikar.