Klæmint skoraði tvey mál - Breiðablik er í steypahálvfinaluni

Klæmint A. Olsen gjørdi stóran mun hjá Breiðablik í kvøld

Klæmint A. Olsen skoraði tvey mál tá hann og liðfelagarnir á heimavølli vunnu 3-1 á FH, ið hevur Heimir Guðjónsson sum høvuðsvenjara.

 

Hetta megnaði Klæmint hóast hann bert spældi seinna hálvleik.

 

Talan var um fjórðingsfinalu í steypakappingini, og sostatt hevur Breiðablik vunnið seg í hálvfinaluna.

 

FH legði seg á odda tá bert 11 minuttir vóru leiktir, og teir vóru leingi á sigurskós.

 

Men so slóg Klæmint til. Tá 70 minuttir vóru leiktir javnaði Klæmint til 1-1 aftaná eina góða sending frá Ágúst Eðvald Hlynsyni. Tá 90 minuttir vóru farnir legði Davið Ingvarsson Breiðablik á odda 2-1, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Klæmint til 3-1.

 

Klæmint hevur aftaná eina torføra byrjan skorað seks mál fyri Breiðablik. Trý í Bestudeildini og trý í steypakappingini. 

 

Víkingur Reykjavík uttan Gunnar Vatnhamar vann seg eisini í steypahálvfinaluna við einum 2-1 (1-1) sigri á Þór.