Klaksvík lækkar barnaansingargjøld munandi

– Býráðsmeirilutin vil fjølga um barnafamiljurnar, soleiðis at tað verður enn meira attraktivt hjá familjum við børnum at búseta seg í Klaksvíkar Kommunu, og tí verða barnaansingar¬gjøldini lækkað við samanlagt 35 prosent komandi fýra árini.

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

– Eitt av grundleggjandi málunum, ið býráðsmeirilutin hevur raðfest í samgonguskjalinum, er at gera nakað ítøkiligt við støðuna hjá barnafamiljunum, sum í hesum døgum eru hart sperdar vegna høga livikostnaðin.Tí verða ítøkilig tiltøk, sum muna nakað, nú sett í verk, soleiðis at nevndu umstøður verða betraðar, og barnafamiljur fáa betri fortreytir fyri at klára seg og harvið at støðast og trívast betur í Klaksvíkar Kommunu, sigur hann.

Av tí at barnafrádrátturin í kommunuskattinum, sum higartil hevur verið tað mest brúkta amboðið í hesum sambandi, ikki munar eins væl til at geva lætta til barnafamiljur, hevur meirilutin valt at veita ein munandi lætta í sjálvum foreldragjaldinum fyri vøggustovu-, dagstovna- og dagrøktarpláss, tí harvið fer avslátturin beinleiðis til tær familjurnar, sum hava nógv at rinda fyri dagstovnapláss hjá børnum sínum.

Hetta inniber, at Klaksvíkar Kommuna, ístaðin fyri verandi systkinaavsláttarskipan, setur í verk eina munandi størri lækking av foreldragjaldinum yvir tey komandi fýra árini á samanlagt 35 prosent.

– Longu 1. januar 2014 lækka øll foreldragjøld til vøggustovur, dagrøkt og barnagarðar við sløkum 20 prosentum, og síðani heldur lækkingin stigvíst fram við 5 prosentum um árið í 2015, 2016 og 2017.

Vøggustovupláss lækka úr verandi 2.400,- kr. niður í 1.564,- kr., svarandi til 836 krónur um mánaðin ella umleið 10.000 krónur um árið fyri hvørt vøggustovupláss.

Talan er um hesar lækkingar av ymsu foreldragjøldunum frá 2014 til 2017:

2013: 100% 2014: 81% 2015: 76% 2016: 71% 2017: 65%

Dagrøktin 2.200,- kr. 1.790,- kr. 1.671,- kr. 1.552,- kr. 1.433,- kr.

Øll vøggustovupláss 2.400,- kr. 1.953,- kr. 1.823,- kr. 1.693,- kr. 1.564,- kr.

Øll barnagarðspláss 1.700,- kr. 1.383,- kr. 1.291,- kr. 1.199,- kr. 1.108,- kr.