Onnur er úr Stuttgart, hin er úr Klaksvík, men saman skriva og framføra tær tónleik.
Asta Højgaard úr Klaksvík hitti fyri fýra árum síðani Lisu Kaisinger úr Stuttgart í Týsklandi. Báðar fáast við at syngja og spæla tónleik, og tá ið tær av fyrsta tíð funnu saman um tónleikin, var leyst og liðugt. Tær vóru veruliga á bylgjulongd, og síðani hava tær javnan havt framførslur, verið í studio og skrivað sangir saman.
- Vit finna sera væl út av tí, okkum dámar væl at arbeiða saman, verða kreativar, skriva sangir og framføra á konsertum, sigur Asta Højgaard.
- Vit kunnu vera sera erligar við hvørja aðra, og tað er ikki soleiðis, at vit skeldast, men heldur, at vit finna sera væl út av tí og semjast væl, sigur hon.
Tað trupla valið
Asta Højgaard var einaferð partur av gentubólkinum Faroe5, og hon hevur eisini verið at hoyrt í øðrum samanhangum – eitt nú sum gestur hjá bólkinum Quarter To Three. Lisa Kaisinger syngur og spælir gittar og klaver.
- Seinastu tvey árini hava vit gjørt nakrar sangir saman og hava annars samstarvað um tónleik. Eg búði eitt ár í Týsklandi, og síðani hava vit ferðast eitt sindur ímillum, sigur Asta Højgaard.
Asta og Lisa vóru at hoyra á Summar Festivalinum í fjør, og tær hava eisini havt aðrar framførslur her í Føroyum og í Týsklandi.
Í fjør góvu tær ein sang út, og nú um dagarnar var nýggjur sangur frá teimum at hoyra. Sangurin kallast Two og snýr seg um at taka avgerðir, tá ið tað ikki er lætt at gera tað.
- Við hvørt veitst tú ikki veruliga, hvat tú skalt, og hvat tú skalt velja. Vit kunnu uppliva at hava tvey heim, tvey hjørtu, tveir ymiskar tankar og ikki rættiliga vita, hvussu vit skulu taka eina avgerð. Tað snýr nýggi sangurin hjá okkum seg um, sigur Asta Højgaard.
Nýggi sangurin Two kann finnast á YouTube, og hann hevur eisini verið at hoyrt á Rás2 í vikuni.
Halda sambandið
Seinasta árið hava Asta og Lisa búð í hvør sínum landi, men tær halda sambandið og samstarvið viðlíka umvegis netið og við at ferðast nakað aftur og fram.
- Lisa var í Føroyum á Summar Festivalinum, og hon var aftur her fyri tveimum vikum síðani. Eg havi eisini verið aftur í Týsklandi, og annars halda vit sambandið umvegis Facebook, Skype og Viber, sigur Asta Højgaard.
Tað var í Týsklandi, at tær her fyri vóru í studio og gjørdu upptøkurnar av nýggja sanginum. Eisini varð ein video gjørd til sangin.
- Tá ið vit so eru í sama landi, so eru vit sera aktivar. Vit skriva tónleik, venja, taka upp og framføra.
- Góðir vinir nýtast ikki at hava samband hvønn dag, men tá ið teir so hava samband, so er tað, sum tað altíð hevur verið. Soleiðis er við mær og Lisu, sigur Asta.
Tær báðar ætla at halda fram við tónleikaliga samstarvinum. Nýggir sangir eru ávegis, og tær vóna, at tær kunnu hava onkra framførslu í Føroyum í summar.