Í gjár undirskrivaði borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, sáttmála við Norðhús um at byggja nýtt skýli við fótbóltsvøllin við Djúpumýru. Verkætlanin er býtt í tvey byggistig, har fyrsta byggistig er at byggja skýlið við tilhoyrandi sitiplássum, sum verða knøpp 300 í tali.
Annað byggistig er at innrætta kjallaran, ið skal hýsa tveimum stórum umklæðingardeildum, dopingrúmi, dómararúmi, eini sonevndari mix-zone og ymiskum skrivstovum til eitt nú ungdómsfótbólt og annað – alt gjørt í samsvari við ásetingar, sum UEFA krevur.
- Hetta hevur verið ein sera drúgv tilgongd, men somikið størri er gleðin, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri.
- Hetta fer at lyfta fótbóltsumstøðurnar í okkara kommunu á eitt nógv hægri støði og er viðvirkandi til, at vit náa okkara málsetningi um at spæla europeiskan fótbólt við Djúpumýru í framtíðini, sigur borgarstjórin.
Eftir ætlan fer Norðhús í gongd við byggingina fyrst í september, og er kostnaðurin fyri fyrsta byggistig settur til 11,6 mió. kr.
KÍ hevur spælt evropacupdystir sínar á ovara vølli í Gundadali, tí vøllurin við Djúpumýru ikki lýkur altjóða krøv. Tað kann tó blíva trongligt í Gundadali, tá fleiri føroysk lið skulu spæla í Evropa dag um dag, sum KÍ eisini merkti fyrr í vikuni, tá dysturin hjá teimum móti Zalgiris Vilnius bleiv fluttur frá týsdegi til mikudag. Tá var um reppið, at dysturin eisini bleiv fluttur yvir á Tórsvøll, tí B36 skuldi spæla á ovara vølli hósdag.
Tummas Lervig, formaður í KÍ, heitti tá á Klaksvíkar kommunu um at fáa viðurskiftini í Klaksvík í rættlag, so at KÍ kann spæla sínar dystir í heimbýnum.