Klaksvík til reiðar at møta møguleikunum við Norðoyatunlinum

Vinnulívsráðið í Klaksvík hevur sett sær fyri at skorða undir nøkur mál, sum hava stóran týdning fyri Klaksvíkina, nú Norðoyatunnilin letur upp í næstum

Grundleggjandi fyri eini menning í Klaksvík er, at tøk grundøki til eina og hvørja tíð eru til vinnulig og privat endamál. serliga nú vit verða eitt við hin partin av Føroyum.
Tess vegna bað Vinnulívsráðið um fund við býráðið, fyri at fáa avklárað, hvussu støðan er viðvíkjandi grundøkjum.
Í næstum sær út til, at grundøki til ídna verða tøk. Í ár verða níggju grundøki tøk, í 2007 onnur níggju, og sum tað sær út í 2008 og 2009, verða í alt 18 grundstykki til ídna tøk. Men her verður sjálvandi arbeitt við fleiri møguleikum.
Eftir hesi útbyggingar- og tíðarætlan, fara at verða góðir møguleikar hjá virkjum og einstaklingum í Klaksvík at fara undir og stovna vinnuvirki.
Hugaligt er eisini at síggja, at havnin í Ánunum hevur fingið eina so góða byrjan, sum higartil er sætt. Her eru stórir møguleikar fyri útbyggingum bæði á sjógvi og á landi.
Handils- og ídnaðarøkið í Klingrugarði er í ár fult útbygt, og kunnu vit frøast um tað virksemi, sum nú fer fram á økinum.
Útstykkingar til sethúsabygging síggja nú aftur út til at fara at taka dik á seg. Fyribils verður roknað við, at býráðið megnar at greiða millum 30 og 40 grundøki árliga komandi 10 árini.
Vinnulívsráðið metir, at meiri ferð eigur at verða sett á útveganina av økjum til skrivstovu- og tænastuvirksemi. Tað fyriliggja ætlanir í býráðnum, sum tó eru komnar ov stutt, men sum nú eru tiknar framaftur.
Um vit  sum fyriliggjandi ætlanir peika á  megna at fáa til vega tey alneyðugu øki til vinnuvirki, sethús og tænastuvirki, sær tað út til, at Klaksvík er til reiðar at møta stóru møguleikunum, nú Norðoyatunnilin gerst veruleiki.