Nú Gunvá við Keldu ikki longur er partur av býráðsmeirilutanum í Klaksvík, verða nakrar av nevndunum í býráðnum skipaðar av nýggjum Á fundi 5. januar gjørdi meirilutin í býráðnum í Klaksvík av at skipa nakrar av nevndunum av nýggjum. Orsøkin til hesa umskiping er, at Gunvá við Keldu ikki longur er partur av býráðsmeirilutanum. Gunvá hevur tikið stuðulin til samgonguna aftur, og tí hevur meirilutin framt nakrar nevndarbroytingar.
Erik Andreasen tekur sæti í mentanarnevndini, byggi-og býarskipanarnevndini og í sosialu nevnd fyri Gunvá við Keldu.
Atli S. Justinussen tekur sæti í byggi-og býarskipanarnevndini og í heilsu-og umhvørvisnevndini fyri Jákup Mikkelsen.
Býráðsmeirilutin í Klaksvíkar býráð fer at boða frá hesum broytingum á fyrstkomandi býráðsfundi, sum verður týsdagin 26. februar - og tá koma eisini nevndu broytingar í gildi.
Tað er Klaksvíkar kommuna, sum ber hesi tíðindi á síni heimasíðu.