Klaksvíkar kommuna veksur

Mikukvøldið varð avgerandi stigið fyri, at Mikladals kommuna fer í søguna, tikið. Tá skrivaðu borgarstjórin í Klaksvík Steinbjørn O. Jacobsen og Markus í Norðnástovu, borgarstjóri í Mikladals kommunu undir sáttmála um kommunusamanlegging

Klaksvík:
Um hálvgum seks tíðina mikukvøldið var ein hátíðarløta hildin í býráðshøllini, tá sáttmálin um samanlegging millum Klaksvíkar kommunu og Mikladals kommunu varð undirskrivaður.
Heilt nógv fólk vóru savnað. Býráðslimir í Klaksvík, bygdarráðslimir í Mikladali, landsstýrismaðurin í kommunumálum Jógvan við Keldu og mong, mong onnur høvdu lagt sær leiðina inn í býráðshøllina til hesa søguligu løtu.
Kvinnukórið Suð við Steinvør Fonn legði út við at syngja nakrar vakrar sangir, og síðani skrivaðu borgarstjórarnir báðir undir sáttmálan.
So tók Steinbjørn Jacobsen orðið. Hann segði millum annað, at hetta var ein søguligur dagur í norðoyggjum, tí hetta var fyrsta kommunusamanlegging í nýggjari tíð. Og hann fjaldi ikki, at hann vónar, at tað fara at verða fleiri samanleggingar í framtíðini, soleiðis at norðoyggjar við tíðini verða ein kommuna.
Steinbjørn kom eisini inn á, at frá 1.januar 2005, tá Mikladals kommuna alment leggur saman við Klaksvíkar kommunu, veksur fólkatalið.
? Tað búgva í dag 4.864 fólk í Klaksvíkar kommunu, og við teimum 74 íbúgvunum í Mikladali og á Trøllanesi afturat, nærkast Klaksvíkar kommuna av álvara aftur teimum 5.000 íbúgvunum, sum kommunan náddi fyri kreppuna í nítiárunum, segði Steinbjørn millum annað.
Hóast Mikladals kommuna alment ikki verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu fyrr enn 1. januar komandi ár, so fer samstarvið millum kommunurnar at byrja beinanvegin, siga báðir borgarstjórarnir.

Virkar báðar vegir
Síðani tók Markus í Norðnástovu orðið. Hann fegnaðist eins og Steinbjørn um samanleggingina og tær samráðingarnar, sum hava gingið fyri seg seinastu tíðina. Hann nýtti eisini høvi til at ynskja klaksvíkingum vælkomnum upp í Mikladal eins og hann fegnaðist um tað øvugta.
Hann tosaði millum annað um, at hendan samanlegging kemur báðum pørtum væl við.
? Serliga teir klaksvíkingar, sum eiga jørð og hús í Mikladali ella á Trøllanesi. Og um fólk ynskja at flyta til aðra av bygdunum, so sleppa tey undan at skifta kommunu framyvir. Einans bústaðurin skal broytast, og tað má sigast at vera ein fyrimunur, helt Markus fyri.
Hann legði eisini dent á, at tað hevur stóran týdning fyri bygdarfólkið í Mikladali og Trøllanesi, tá fólk koma hagar í summarfrítíðini, tí tá kemur meira lív í bygdirnar. Og hetta vónar hann fer at standa við og økjast í framtíðini, nú talan er um eina kommunu.
Báðir borgarstjórarnir komu eisini inn á møguleikarnir við ferðavinnuni. Kalsoyggin er ein vøkur og søgulig oyggj, og ivaðust teir ikki í, at við miðvísum arbeiði, so ber væl til at betra munandi um ferðavinnuna.

Samanlegging er svarið
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fegnaðist somuleiðis um samanleggingina. Hann hevur sjálvur sitið í mong ár sum borgarstjóri í Klaksvík, og er hann sannførdur um, at verða norðoyggjar ikki ein stór kommuna, so er ongin møguleiki fyri at yvirliva úti í økinum.
? Tað havi eg eisini sagt við suðuroyingar. Og tað má enda soleiðis, um økini skulu lívbjarga sær, segði landsstýrismaðurin at enda í røðu sínari.
Síðani kom kvinnukórið Suð aftur. Tær sungu tvey løg, og so handaði Steinbjørn Jacobsen bygdarráðslimunum í Mikladals kommunu nálir við búmerkinum hjá Klaksvíkar kommunu á. Og so var ábit, har fólk fingu pinnamat og okkurt at leska sær afturvið. Prátið gekk dúgliga millum fólk, og lagið var gott. Nú er tann fyrsta kommunusamanleggingin í norðoyggjum í nýggjari tíð veruleiki.