Einasta liðið, sum fekk fulla úrtøku í dag, var ÍF, og einasta liðið, sum einki fekk burturúr, var KÍ, sum nú er uppaftur meiri isolerað í botinum Fýra dystir í Vodafone deildini vórðu á skránni seinnapartin. Fimta uppgerðin verður í annaðkvøld, tá ið Víkingur fer at fáa vitjan av EB/Streymi.
Einasta liðið, sum í dag vann fulla úrtøku, var ÍF. Fuglfirðingar vunnu 1-0 á KÍ, sum ikki megnaði at fáa mál, hóast ÍF í ein tíma var undirmannað.
Hinir tríggir dystirnir endaðu 2-2. Tað ber við sær, at KÍ er meiri isolerað í botninum.
5. umfar
ÍF-KÍ 1-0 (1-0)
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0: Balack Sinko 17.
Reytt kort: Bartal Eliasen 24.
NSÍ-B68 2-2 (0-1)
Dómari: Lars Müller
0-1: Ndende 45.
1-1: Karoly Potemkin 48.
2-1: Jústinus R. Hansen 74.
2-2: Óli Olsen 87.
B36-HB 2-2 (1-1)
Dómari: Petur Reinert
0-1: sjálvmál 24.
1-1: Brima Koroma 30.
2-1: Róaldur Jacobsen 65.
2-2: Hans á Lag 81.
AB-07 Vestur 2-2 (0-0)
Dómari: Páll Augustinussen
1-0: Høgni Joensen 48.
1-1: Tór-Ingar Akselsen 50.
1-2: Jóan Petur á Stongum 59.
2-2: Nicolaj Eriksen 88.
Mánadagin
Víkingur-EB/Streymur: Dagfinn Olsen kl. 19.00
Støðan
NSÍ 11 stig
HB og B36 10 stig
Víkingur og AB 7 stig
EB/Streymur og ÍF 6 stig
B68 og 07 Vestur 4 stig
KÍ 2 stig