Talv
Oddadysturin í Vestmanna endaði 2-2. Eitt skiftið varð líkt til, at vestmenningar fóru at enda omaná, men veteranurin og føroyameistarin frá 1983, Andrias Ziska, vann eitt gott talv á 4. borði ímóti Sjúrði Thorsteinssyni, og tryggjaði havnarmonnum ein kærkomnan javnleik.
Javnt á ovaru borðunum
Tað sást á byrjanarspælinum hjá Olaf Berg (avbýtisvarianturin í fronskum), at hann var nøgdur við javnleik við hvíta fólkinum ímóti John Rødgaard. Okkara einasti altjóða meistari kýtti seg hann var mentur fyri at fáa okkurt lívligt burturúr jøvnu støðuni, men Olaf fekk rímiliga trygt hálað javnleikin heim við aftur til Havnar.
Carl Eli N. Samuelsen og Helgi D. Ziska leiktu eitt áhugavert talv á 2. borði. Helgi telvdi sum vant kongaindiskt, men kom tíðliga at standa eitt sindur kroystur. Helgi bjóðaði javnt í einari støðu, har hann tó helt seg hava lítlan fyrimun. Carl Eli hugsaði í 25 minuttir um hann skuldi taka av tilboðnum ella ikki. Hann helt seg nevnliga eisini hava lítlan fyrimun. Eftir at hava sæð støðurnar hjá liðfeløgunum á hinum borðunum, tók Carl Eli av remistilboðnum. Nógv lív var í støðuni, men í liðkapping er ein eisini noyddur at hugsa um heildarmyndina. Skal ein satsa í liðkapping, tá støðurnar hjá liðfeløgunum síggja lovandi út? Ein spurningur ringur at svara, serliga tá ein sjálvur situr í búnum talvi.
Samson Højgaard vann sítt fyrsta talv í ár, tá hann sannførandi basti Jóhan Gaard. Martin Poulsen og Bogi Ziska vantaðu á havnarliðnum, tí mannaðu Jóhan og Andrias aftaru borðini hjá havnarmonnum. Samson gjørdi sær dælt av heldur veika byrjanarspælinum hjá Jóhan, og hóast støðan eitt skiftið var fløkt, eydnaðist tað Samson á skilagóðan hátt at avvikla til eitt vunnið endatalv.
Vestmenningar vóru sindur skuffaðir beint eftir dystin. Teir mettu seg hava havt støður til 3-1. Um havnarmenn eru samdir í hesum, sigur søgan einki um.
Klaksvíkingar vunnu stórsigur
Dysturin í Hvalvík var merkiligur. Seint inni í miðspælunum á teim fýra borðunum, var tað als ikki líkt til, at klaksvíkingar fóru at vinna 3,5 - 0,5.
Haldur Suni Johansen og Ólavur Simonsen høvdu innan triðja umfar einki stig fingið. Tí kunnu teir kanska báðir fegnast um javnleikin teir leiktu á fyrsta borði. Av gomlum vana gav Ólavur eina finnu beinanvegin fyri fríari spæl og leingi trýsti hann Haldur Suna. Men hesin vardi við góðari telving manniliga borg, og helst hevði Haldur Suni vinnandi fyrimun í endatalvinum, tá javnleikurin varð samdur.
Mát í tveir leikir, men tapti tveir leikir seinni. Soleiðis kann tað ganga viðhvørt. Martin Brekká hevði møguleikan at seta Finnbjørn Vang skák og mát, men leikti at kalla beint aftaná ein tapandi leik, ið misti frúnna. Eisini hevði Kári Petersen hjá hvalvíkingum vinnandi fyrimun móti Rana Baldursson. Men Rani fekk lumpað Kára við eini finnu, sum rann heilt fram á málstrikuna og avgjørdi talvið.
Tá Tummas Martin Sólsker eisini vann á Gunnari Joensen á triðja borði, endaði dysturin við stórsigri til klaksvíkingar. Heldur óvæntað hava klaksvíkingar nú blandað seg í oddastríðið, eftir at oddadysturin í Vestmanna fløskaði seg so væl fyri teir.
Kollfirðingar á beint
Heldur óvæntað vunnu kollfirðingar 3-1 á Klaksvík 2. Ein javnari dystur var í væntu, men kollfirðingar ynsktu ivaleyst at sleppa úr botninum, og tað hjálpti.
Hans Kristian Simonsen og Hans Petur Joensen vunnu á ávíkavist Rana Nolsøe og Rógva Dragaberg.
Steintór Rasmussen heldur fram við at skava stig inn til lið sítt. Sunnudagin leikti hann javnt ímóti einum øðrum fyrrverandi føroyameistara, Torbjørn Thomsen. Petur Hans Poulsen og Karl Louis Johansen leiktu somuleiðis javnt á triðja borði.
Stuttligt at veteranarnir, Rani, Steintór og Petur Hans Poulsen, eru saman um tað eina liðið hjá klaksvíkingum í 1. deild. Teir fara í ár helst at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting og tá koma royndir helst til sín rætt.
Fjórða umfar verður 03. desembur. Tá hittast Klaksvík 1 og Vestmanna.
Nógvir um boðið í 2. deild
Í roynd og veru eru øll seks liðini í 2. deild við í kappingini um fyrsta pláss. Tað verða kortini helst hesi fýra lið, sum fara at táttast harðast: HT 2, ST, TT og VT2. Havnarmenn eru fremstir, men rættiliga tætt er millum liðini. Elevator-liðini úr Sandavági og av Toftum eru beint í hølunum.
HT 4 flýgur avstað
Í 3. deild hava teir úr HT 4 sannførandi tikið leiðsluna eftir fyrstu trý umførini við nærum fullum stigatali. Sandavágsmenn og vestmenningar eru næsti í røðini. Sum tað skilst av Oyrarbakka, ætla teir eisini at gera ein vørr í ár í 3. deild. Í løtuni er Rókur nr. 4 við 8 stigum. HT 4 hevur 11.
Unglingadeildin er ikki rættiliga komin í fasta legu. Nøkur lið hava tikið seg úr deildini og Rókur fær eitt lið aftrat tí eina teir framanundan hava í deildini. Vit venda tí aftur til tey yngstu seinni í kappingini.
Skakligaen
Illa gongst hjá útisetunum í Keypmannahavn. Trý umfør eru telvd og Talvfelagið Føroyar er næstaftast á 9. plássi við 7 stigum. Tvey lið flyta niður í 1. deild. Sunnudagin taptu okkara menn 2,5 - 5,5 móti Nordkalotten. Fremstir eru Skolerne og DM vinnararnir seinastu fimm árini, Helsinge.