Klaksvíkingar brúktu rókarnar nógv meira

Fótbóltur: Stórspælandi John Hansen var við í uppspælinum til trý av málunum hjá KÍ

Eftir at hava verið har norðuri í trý ár segði Jóannes Jakobsen farvæl við fótbóltshugaðu heimaáskoðararnar hjá KÍ við einum sigri. Tað var málríkt og harvið undirhaldandi, tá klaksvíkingar tóku ímóti B68, sum so ofta hevur snýtt KÍ fyri stig í Klaksvík.

Fyrr í summar smurdi KÍ toftamenn av á grasvøllinum. Hesa ferð gekk nógv frægari hjá B68. Heimaliðið hevði yvirvág, tí teirra lið hevur so nógv størri breidd, enn liðið hjá toftamonnum hevur, og heimaliðið hevði eisini nógv teir flestu møguleikarnar, men soleiðis sum 2. hálvleikur tørnaði út, so hevði tað ikki verið púra óhugsandi, at gestirnir enn eina ferð so at siga høvdu stolið ein javnleik út aftur við sær, tí toftamenn vóru tvær ferðir tætt við. Onnur ferðin var, tá Mannbjørn Nesá ? avloysti heilt tíðliga álítandi miðvallaran Jan Petersen, sum mátti út við trælæri ? lyfti upp um málverjan og dygst við síðuna av málinum, og hin ferðin var, tá Øssur Hansen royndi at lyfta uppum málverjan, sum kortini fekk fingrarnar á.


Borðini týdningarmikil

KÍ legði meiri ágangandi fyri, og burtursæð frá síðsta triðinginum av 1. hálvleiki, tá B68 eftir lítlari løtu vendi frá at vera undir við einum máli og til at vera yvir við einum máli, var tað KÍ, sum hevði bóltin mest.

Klaksvíkingar hava ferð eftir ferð síðani summarsteðgin víst, at vongspælið hjá teimum er so gott, sum tað er hjá nøkrum øðrum. Í talvi er týdningarmikið at fáa rókarnar við í spælið, og tað er ikki minni týdningarmikið í fótbólti.

Tað er sjáldan, at lið nú á døgum spæla við gamla slagnum av vongspælarum, sum ikki hava serligar verj-uuppgávur, men brúka orkuna uppá at spola frá miðstrikuni og frameftir. Men tað bilar ikki so nógv, tá tað, sum nú verður rópt vongverjar, røkja ódnirnar bæði hjá gomlum bakkunum og vongunum.

Og soleiðis hevur tað verið hjá KÍ í ár. Harley Bertholdsen og John Hansen vóru við í nógvum álopsspæli, og so høvdu klaksvíkingar Kurt Mørkøre inni undir málinum. Eingin tekur tað illa upp, tá vit siga, at síðani summarsteðgin hevur hann verið besti álopsmaðurin í landinum.

Hjá B68 vóru vongverjarnir so at siga bara verjuspælarar, og tað sigur seg sjálvt, at hesin munurin á liðunum er bæði stórur og týdningarmikil.


Málini

Tíggju minuttir vóru farnir, tá hol kom á. John Hansen breyt ígjøgnum í vinstru, Kurt Mørkøre fekk ikki skot á, men beindi bóltinum til Rógva Jacobsen, sum um ellivumetra blettin snaraði sær á og skoraði.

B68 javnaði á hálva tímanum. Jákup Djurhuus, sum var miðvallari í vinstru, spældi uppá tvørs, so varð potað framímillum, og Aksel Højgaard, sum man vera elsti spælarin í bestu deildini, staðfesti orðatakið ungur nemur og gamal fremur. Hann var púra kaldur mitt fyri, og í staðin fyri at smekka til, potaði hann framvið Gunnari á Steig.

Bara tríggjar minuttir seinni var B68 á odda. Øssur Jacobsen, sum mannaði álopsplássið við síðuna av Akseli, legði høgt og langt í brotsteigin, KÍ málverjin og Øssur Hansen fóru upp eftir bóltinum, toftamaðurin kom hægri, og so rullaði bólturin í tóma málið.

Seinna umfarið spældi KÍ móti vestara málinum. Tað dámar teimum væl, teir trýstu speedaran í botn, og eftir heilt lítlari løtu vóru teir aftur á odda. Harley Bertholdsen royndi seg við skoti úr høgru, Magnus Poulsen, sum hesa ferð var tikin framum Allan Joensen, ið hevur verið stúttur síðstu vikurnar, tveitti seg, men bólturin fór undir hann og í málið.

Og so var John Hansen aftur uppá spæl. Hann spældi fram til Kurt Mørkøre, ið hevði ov langar teymar. Tað er hann ov vandamikil at fáa, og skotið úr seytjan metrum fór dygst inn við nærra stólpa.

Tíggju minuttir restaðu, tá Kurt Mørkøre tók enn eitt stig móti máltindinum. John Hansen varð feldur í brotsteiginum í vinstru, og Mørkøre maðurin avgreiddi úr ellivu metrum.

Í yvirtíðini pyntaði Øssur Hansen um. Honum eydnaðist við høvdinum at snitta innlegg úr høgru uppum málverja og verju og inn í handara síðunetið.