Klaksvíkingar hava vunnið á Toftum

Páll Guðlaugsson og hinir klaksvíkingarnir hava vunnið óvæntað á B68, sum annars tóktist hava fingið fótin fyri seg. Úrslitið varð 2-0. Hjalgrím Elttør og Páll Klettskarð skutu málini, tá fáir minuttir restaðu í.

 

Tað var lítið undirhald á Toftum seinnapartin. Spælið var lítið skipað, og møguleikarnir vóru fáir. Tað ávirkar kortini ikki fótbóltslagið í Klaksvík. KÍ hevur nú vunnið tveir dystir upp í slag.

 

Slagið um Suðuroynna endaði við javnleiki. Úrslitið varð 1-1. Jón Krosslá Poulsen skjeyt fyrsta málið hjá FC Suðuroy í landskappingini í ár, tá hann var knappur og sendi bóltin avstað móti málinum hjá TB. Tá vóru fimm minuttir spældir. TB svaraði aftur eftir steðgin, tá Martin Tausen stútaði gestirnar av Tvøroyri upp á javnt.

 

EB/Streymur, sum eisini vann í Fuglafirði í steypakappingini, vann aftur á ÍF á útivølli í dag. Úrslitið varð 2-1. Heimaliðið kom á odda eftir lítlari løtu, tá verjuspælarin Uni Reinert Petersen var í góðari skotstøðu í brotsteiginum. Gestirnir úr Sundalagnum svaraðu aftur við málum frá Leif Niclasen og Arnbjørn Hansen.

 

Úrslitini í Effodeildini hetta vikuskiftið:

 

NSÍ - Víkingur 0-2

HB - B36 2-1

B68 - KÍ 0-2

FC Suðuroy - TB 1-1

ÍF - EB/Streymur 1-2

 

Støðan eftir 7 umfør

Víkingur 19 stig

HB 15 stig

EB/Streymur 12 stig

B36 og ÍF 10 stig

KÍ og B68 9 stig

TB 6. stig

NSÍ 4 stig

FC Suðuroy 2 stig

 

8. umfar

Leygardagin 12. mai

HB-ÍF

TB-B68

Sunnudagin13. mai

B36-Víkingur

KÍ-FC Suðuroy

EB/Streymur-NSÍ

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------

 

93 Dysturin er liðugur, KÍ vann 2-0.

90 Einar Hansen, B68, er vístur av vølli. B68 spælir við 10 monnum nú.

89 MÁL!!! Páll Klettskarð hevur økt um leiðsluna. 0-2!

88 MÁL!!! Hjalgrím Elttør hevur lagt KÍ á odda. 0-1!

80 Framvegis er einki mál komið á Toftum.

70 Tað er lítið undirhald á Toftum í dag. Lítið skipað spæl og fáir møguleikar - og enn einki mál.

58 Gongdin er tann sama sum fyri steðgin. Liðini hava trupult at varðveita bóltin á hálvuni hjá mótstøðuliðnum, og bólturin ferðast tí fyri tað mesta á miðvøllinum.

55 Enn málleyst á Toftum.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

46 Hálvleikur á Toftum. Enn málleyst á Svangaskarði. Spælið hevur verið rótut, og hvørki toftamenn og klaksvíkingar hava spælt seg til stórvegis møguleikar, sæð burtur frá møguleikanum, sum KÍ hevði.

35 Enn fáir møguleikar á Toftum. Tað hevur verið nakað av vindi, og tað ávirkar spælið. KÍ hevur verið nær við eina ferð, men Hans Jørgensen vardi meistarliga. Annars hevur dysturin verið heldur tamur.

20 Tamur dystur á Svangaskarði. Spælið hevur verið rótut higartil.

5 Tað er bátastevna á Toftum í dag. Nógv fólk er á Svangaskarði í góðveðrinum á Toftum. Tað hevur verið friðarligt fyrstu løtuna, og enn hevur eingin upplagdur møguleiki verið.

1 Dysturin er byrjaður. Jann Ingi Petersen, B68, er ikki við í dag. Hann er skaddur.

 

B68 - KÍ 0-2 (0-0)

Svangaskarður, Toftir

0-1: Hjalgrím Elttør 90.

0-2: Páll A. Klettskarð 90.+1.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

B68: Hans Jørgensen - Niklas F. Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende, Einar T. Hansen - Bjarki Johannesen (Oddur Á. Højgaard, 83.), Remi Langgaard, Jústinus R. Hansen, Jónleif Højgaard (Kristian Anton Andreassen, 70.) - André Olsen (Dánjal Pauli Højgaard, 70.), Christian Høgni Jacoben

Venjari: Pauli Poulsen

Gult kort: Bjarki Johannesen, Einar T. Hansen

Reytt kort: Einar T. Hansen (2 gul) 90.

KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Ísak Simonsen - Henry Heinesen, Filip Djordjevic, Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni, Andy Olsen - Bárður J. Heinesen (Páll A. Klettskarð 61.)

Venjari: Páll Guðlaugsson

Gult kort: Heðin á Lakjuni, Álvur F. Christiansen

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------

 

93 Dysturin er liðugur. Úrslitið varð 1-1.

80 TB er meira á bóltinum nú.

75 Enn 1-1 í Vági. Spælið er meira skipað í seinna hálvleiki, og bæði liðini hava søkt at málinum hjá mótstøðuliðnum.

55 MÁL!!! Martin Tausen hevur javnað fyri TB. Hann var fyrstur á bóltinum, sum kom inn fyri málið úr vinstru, og hann stútaði bóltin í netið. 1-1!

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

46 Hálvleikur. Støðan er enn 1-0 til FC Suðuroy. Fáir møguleikar og lítið spæl hava eyðkent henda hálvleikin.

40 David Asare, FC Suðuroy, er borin av vøllinum við skaða.

30 Støðan er tann sama - lítið skipað spæl og nógvir nærdystir. TB hevur roynt at svara aftur, men gestirnir hava enn ikki spælt seg til nakran upplagdan møguleika.

24 FC Suðuroy er enn á odda á Eiðinum í Vági. Spælið hevur verið lítið skipað, og bólturin ferðast fyri tað mesta á miðvøllinum. Nógvir nærdystir og fáir møguleikar hava eyðkent uppgerðina higartil.

5 MÁL!!! Jón Krosslá Poulsen hevur lagt FC Suðuroy á odda! Framherjin stóð væl fyri í brotsteiginum eftir hornaspark, og hann smekkaði bóltin í netið. Jón Krosslá Poulsen hevur skotið fyrsta málið hjá FC Suðuroy í landskappingini í ár. 1-0!

3 Veðrið er gott í Vági. Slagið um Suðuroynna hevur drigið nógv fólk til sín. FC Suðuroy hevur enn ikki skotið mál í landskappingini í ár, og spurningurin er, um tað fer at eydnast í dag. Gilli Sørensen, sum hevur havt virknan leiklut á liðnum hjá TB í ár, er ikki við vegna skaða.

1 Dysturin er byrjaður.

 

FC Suðuroy - TB 1-1

1-0: Jón Krosslá Poulsen 5.

1-1: Martin Tausen 55.

Á Eiðinum, Vágur

Dómari: Rúni Gaardbo

FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Sasa Kolman (Brandur Suðuroy, 46.), Kári í Lágasbø - Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, Ingi Poulsen, Jón Krosslá Poulsen - David Asare (Jón Áki Jacobsen, 40.), John T. Poulsen

Venjari: Pól F. Joensen

Gult kort Heini Vatnsdal, Jón Krosslá Poulsen, Suni úr Hørg:

TB: Ivan Stojkovic - Tórur Mortensen (Gunleif Olsen, 61.), Óli Johannesen, Dimitrije Jankovic, Hanus Mortensen - Dan Mortensen, Rógvi Joensen, Martin Tausen (Jón Magnusarson, 80.), Bárður A. Dimon (Igor Grkajac, 48.) , Poul Ingason - BojanTimic

Venjari: Milan Kuljic

Gult kort: Bárður A. Dimon

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------

 

93 Liðugt. EB/Streymur vann 2-1.

75 ÍF leggur nógv fyri í framrættaða spælinum nú. Heimaliðið ger sítt fyri at fáa mál, og tað gevur gestunum úr Sundalagnum møguleikar fyri skjótálopum. ÍF trýstir nú.

55 Enn málleyst. Fuglfirðingar hava lagt nógv fyri steðgin, og teir hava misnýtt tveir stórar møguleikar fyrstu løtuna.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

46 Hálvleikur í Fuglafirði.

39 Fuglfirðingar hava verið meira á bóltinum higartil, men sundalagsmenn hava tikið av sínum møguleikum.

36 MÁL!!! Arnbjørn Hansen hevur lagt EB/Streym á odda í Fuglafirði. Tað var eftir fríspark úr høgru, at framherjin setti krúllin undir bóltin og stýrdi honum í netið handan Jákup Mikkelsen. 1-2!

28 Dysturin hevur verið lívligur higartil. Nógvir møguleikar og samanhangandi spæl.

18 MÁL!!! Leif Niclasen hevur javnað fyri gestirnar úr Sundalagnum. Bólturin kom úr verjuni, har tveir fuglfirðingar fóru eftir bóltinum, men hvørgin rakti kúluna. Leif Niclasen kom at standa einsamallur við Jákup Mikkelsen, og Niclasen var sera tryggur, tá hann sendi bóltin framvið málverjanum.

13 ÍF var nær við at økja um leiðsluna. Simon Skibsted royndi seg við góðum skoti, men bólturin brast í tvørtræið.

10 MÁL!!! ÍF er nú á odda. Bartal Eliasen var hægstur eftir hornaspark. Verjuspælarin stýrdi bóltinum fyri føturnar á Uni Reinert Petersen, sum smekkaði bóltin í netið. 1-0!

6 Bæði liðini hava havt hvør sína roynd. Arnbjørn Hansen, sum aftur er í byrjanaruppstillingini hjá EB/Streymi, hevur roynt seg móti málinum, men skotið var ikki nóg neyvt. Simon Skibsted, ÍF, hevur eisini hótt gestirnar, men René Torgarð bjargaði skotroyndini.

4 Dystarbyrjanin var útsett nakað, tí eitt kavaæl herjaði í Fuglafirði, tá dysturin skuldi byrja. Nú er vøllurin aftur grønur, og liðini spæla við fullari megi.

1 Dysturin er byrjaður.

 

ÍF - EB/Streymur 1-2

Á Fløtugerði, Fuglafjørður

Dómari: Dagfinn Forná

1-0: Uni Reinert Petersen 10.

1-1: Leif Niclasen 18.

1-2: Arnbjørn Hansen 36.

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen (Jákup Johansen, 46.), Bartal Eliasen, Høgni Madsen, Høgni Zachariassen - Uni Reinert Petersen, Karl Løkin, Thomas Asmussen, Frank Poulsen (Clayton Soares, 80.), Nenad Saric (Dánjal á Lakjuni, 44.) - Simon Skibsted

Venjari: Flemming Christensen

Gult kort: Thomas Asmussen, Uni Reinert Petersen

EB/Streymur: René Torgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg - Levi Hanssen, Sorin Anghel, Niels Pauli Danielsen (Arnar Dam, 52.) - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

Venjari: Heðin Askham

Gult kort: Niels Pauli Danielsen