Týsmorgunin var David Carry partur av bretsku svimjistafettini, sum skuldi royna seg í 4X200 metra frísvimjing. David Carry hevur ættarbond úr Klaksvík, og tí ber á ein hátt til at siga, at Klaksvík nú eigur umboð í OL-finaluni.
Tað eydnaðist nevnliga bretska liðnum at svimja seg í finaluna, har teir eru kvalifiseraðir við fjórðbestu tíðini. David Carry setti eisini persónligt met í hálvfinaluni.