Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin, sum í dag er ávíkavist 20,75% og 5.500 krónur, skal vera óbroytt í 2022.
Samtyktin av fíggjarætlanin merkir, at kommunan komandi ár fer at hava eitt hall á 18,8 milliónir krónur.
– Orsøkin til hallið er, at nógvar átrokandi og týdningarmiklar verkætlanir eru í gerð. Hesar íløgurnar hevur býráðið avgjørt skulu halda áfram og fáast lidnar, soleiðis, at tær kunnu koma borgarunum í kommuni til gagns, skrivar kommunan á heimasíðuni í morgun.
Kommunan skrivar eisini, at á fundinum í gjár tók býráðið undir við, at arbeiðast skal víðari við at finna eina felags grøna orkuloysn á Fossum. Samtyktin merkir, at umsitingin fer at arbeiða víðari við, hvør besta orkuloysnin á Foassum skal vera.
Umsitingin hevur saman við SMJ m.a. arbeitt við og samanborið eina loysn við jarðhita og sjóhita. Hetta arbeiðið heldur nú fram, skrivar Klaksvíkar kommuna.