Tað er ikki bara vinnuliga og ítróttaliga, at Klaksvíkin leingi hevur verið í stórari menning. Seinnu árini eru skip keypt til fiskivinnuhøvuðsstaðin, sum hava verið við til at tryggja stóra fiskavirkinum á Kósini rávøru.
Nýbygningar eru eisini komnir til bygdar, og einki bendir á, at flaggskipið Gadus verður hin seinasti. Størstu vinnuligu aktørarnir í økinum eru JFK Trol og teir, sum standa aftan fyri Christian í Grótinum.
Í Klaksvík eru eisini fleiri aðrar dugnaligar vinnufyritøkur, sum eru aktivar á fleiri økjum, og her er ríkt handilslív, eins og tænastuvinnan rættiliga er á veg fram við nýggjum mentanarhúsi og nýggjum hotelli.
##med2##
##med3##
Fegnast um framburð
Síðan seinasta kommunuval hevur Karl Johansen verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og hann fegnast um tann framburð, sum hevur verið hesi árini og sum verður tey næstu árini.
Hann vísir á, at mentanarhúsið Varpið, sum longu hevur hýst ymiskum tiltøkum, verður skjótt endaliga liðugt, og hetta saman við nýggja hotellinum, sum nú verður bygt, kemur at lyfta Klaksvík upp á ein heilt annað og hægri støði.
- Mentanarhúsið stendur nú sum ein rættiligur savningardepil í Klaksvík, og hetta hava vit sæð longu nú, tó at stutt er frá liðið, síðan latið varð upp fyri teimum fyrstu tiltøkunum í húsinum.
Tað sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen.
Enn vanta nakrir snøklar, sum skulu gerast aftrat í húsinum, áðrenn húsið er endaliga liðugt, og borgarstjórin heldur, at tað kanska kann vera eitt sindur trupult hjá arbeiðsmonnunum at fáa tey seinastu tingini upp á pláss, tá húsið longu er í brúki.
##med4##
##med5##
Býráðsfundir í Varpinum
Karl Johansen vísir á, at tað líka sum er við í konseptinum, at allir býráðsfundir nú verða hildnir í Varpinum, og fyrsti býráðsfundurin í mentanarhúsinum varð hildin tíðliga í hesum mánaðinum.
- Hetta verður okkara býarsalur, sum vit rópa hann, og her verða móttøkur, vígslur og ymiskt annað, sum kann hugsast at verða í einum býarsali.
Borgarstjórin sigur, at býráðsfundirnir verða í hølunum í Varpinum, har kaféteria er og sum er ætlað sum kaféteria í dagtímunum – nakað sum í Norðurlandahúsinum.
- Her eru eisini flytbarir veggir, soleiðis at hølini í stødd kunnu laðast eftir teimum tiltøkum, sum eru.
Karl ásannar, at umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu er vorðin størri og størri, og tí er eisini brúk fyri gamla býráðssalinum. Kaffistovan í býráðshúsunum er vorðin ov lítil og hevur ikki kunnað rúmað øllum í senn.
- Nú fer gamla kaffistovan at verða brúkt til umsiting, samstundis sum gamli býráðssalurin verður tøkur sum kaffistova ella kaféteria.
Allir býráðsfundir verða stroymdir, og hóast býarsalurin nú er í Varpinum, væntar borgarstjórin ikki, at fleiri fólk fara at møta upp á býráðsfundi. Tað vísir seg nevniliga, sigur hann, at færri og færri áhoyrarar koma fysiskt til býráðsfundirnar.
- Helst er tað tí, at fólk heldur velja at sita heima og fylgja við fundunum. Á sjálvum býráðsfundunum hava borgarar ikki talurætt kortini. Her kunnu tey bara vísa seg og annars sita og lurta, leggur hann aftrat.
##med6##
##med7##
Nógv er í gongd
Venda vit aftur til hotellið, sum nú verður bygt í Klaksvík, er arbeiðið longu í gongd, og sambært ætlanini skal hotellið standa liðugt á heysti næsta ár – ella um hálvt annað ár.
Tað er felagið hjá Christiani í Grótinum, sum letur hotellið, ið fer at hava 80 kømur, byggja, og tað er Kanjon, sum stendur fyri arbeiðnum. Gist & Vist fer at standa fyri rakstrinum.
- Vit sum kommuna hava einki við bygging ella rakstur av hotellinum at gera. Okkara partur er undirlendið, sum arbeiðstakarin ger byggibúgvið fyri okkum, og hetta arbeiðið er mett til 19 miljónir krónur, sum eisini er samtykt í býráðnum.
Hann sigur, at hetta er ein fastur prísur, so her kemur einki aftrat í kommununar part. Lendið, sum hotellið verður bygt á og sum hotellið kemur at brúka, verður leigað frá kommununi.
- Nú vit hava fingið Varpið, har okkara partur er tilsamans 30 miljónir krónur, og Klaksvíkin eisini fær eitt nútímans hotell, verður hetta ein kolosal broyting í býnum – ja, hetta verður ein rættilig kollvelting í okkara kommunu.
Karl Johansen vísir á, at við mentanarhúsinum og hotellinum kemur Klaksvíkin at hava alt, sum ein býur hevur og krevur.
- Stadionøkið er útbygt og hýsir altjóða dystum. Vit hava fingið eitt nútímans kappróðrarneyst, og nú fáa vit ein nýggjan húsarhaldsskúla. Trupulleikin hjá okkum hevur verið gisting, men við nýggja hotellinum verður eisini tann spurningurin loystur.
Hann leggur aftrat, at tá fiskivinnuframsýningin Atlantic Fair er í Klaksvík annaðhvørt ár, hevur hvør leiguíbúð í økinum verið í brúki. Trupulleikar hava eisini verið við gisting, tá eitt nú stór ítróttartiltøk hava verið í Klaksvík.
##med8##
##med9##
Dagstovnar og skúli
Fyri at snara prátinum inn á tey veruliga bleytu virðini í kommununi, fegnast borgarstjórin um, at bíðilistin á dagstovnaøkinum skjótt fekst burtur, eftir at henda býráðssamgongan tók við eftir seinasta kommunuval.
- Tá vit tóku við, vóru 30 børn á bíðilista til barnaansing. Hetta mettu vit at vera ein stóran trupulleika, tí foreldur, sum annars eru úti í arbeiðsmarknaðinum, fáa ikki røkt sítt starv, tá eingin er at ansa børnunum.
Borgarstjórin vísir á, at um hetta mundið var støðan so trupul, at fólk byrjaðu at ringja og kæra sína neyð.
- Tí var tað eisini eitt samt býráð, sum samtykti at fara í holt við at loysa hetta átrokandi mál. Longu á heysti sama ár, sum nýggja býráðið tók við hin 1. januar, stóð fyrsti barnagarðurin liðugur.
Karl sigur, at í hesum valskeiðnum eru tveir barnagarðar á 45 børn bygdir, soleiðis at nýggju dagstovnaplássini eru 90 í tali, og nú eru tøk pláss í barnaansingini.
Áðrenn vit sleppa dagstovnaøkinum, kunnu vit leggja aftrat, at í Klaksvík hava tey góðar royndir við einari skipan, har øll børnini, sum ganga síðsta árið í barnagarði, eru á sama stovni árið fyri, at tey byrja í 1. flokki.
- Vit halda, at hetta gevur eina góða samansjóðing av børnunum, sum skulu byrja í skúlanum, og hetta gevur eisini enn betri møguleikar fyri vitjanum á skúlanum, og at skúlin vitjar dagstovnin.
Borgarstjórin leggur aftrat, at tað er í Fjallafípuni, at elsti árgangurin í barnagarðinum - ella skúlabólkurin - gongur, áðrenn tey fara í skúla.
- Nú vit umrøða dagstovnaøkið, eri eg eisini sera glaður fyri, at vit nú hava fingið ein stovn á Húsum, sum húsast í dagførdum bygdahúsi. Tá eingin ansing er, kann húsið framhaldandi brúkast sum bygdahús.
Karl Johansen sigur, at trý starvsfólk eru sett at arbeiða á stovninum á Húsum, men øll eru ikki fulla tíð og onkur av teimum, sum nú arbeiðir á stovninum á Húsum, hevur arbeitt leingi á dagstovni í Klaksvík.
- Eg haldi, at níggju børn eru knýtt at stovninum á Húsum í løtuni, sjey sum eru undir skúlaaldur og tvey í skúlaaldri. Stovnurin virkar bæði sum vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli. Á Húsum er eisini skúli, og her eru í løtuni tvey skúlabørn, sigur hann.
##med10##
##med11##
Ein góð matarskipan
Í eina tíð hava tey í Klaksvíkar kommunu roynt eina matarskipan á einum parti av Skúlanum á Ziskatrøð, og í byrjanini vóru bara tey eldru børnini við í skipanini.
Á Ziskatrøð er tað, tey rópa innskúling, miðdeild og hádeild.
- Fyrst vóru bara tey elstu við í skipanini, og eftir summarfrítíðina í fjør kom so eisini miðdeildin við og var við í skipanini til árs enda.
Karl sigur, at øll eru so glað fyri hesa skipan, at eftir 1. januar í ár er allur skúlin við í matarskipanini, sum er bygd upp á skúlanum.
- Soleiðis fáa nú øll børn í Skúlanum á Ziskatrøð ábit, meðan tey eru í skúla, og hetta er ein skipan, sum eg fari at mæla til at varðveita. Vit hava sett fólk við matfakligum útbúgvingum og førleika at keypa inn og taka sær av hesum.
Borgarstjórin sigur seg hava hoyrt foreldur siga, at børnini koma heim aftur við matpakkanum, og tey hava ikki hugt upp á pakkan, meðan tey hava verið í skúla.
- Hetta kostar kommununi umleið tvær miljónir krónur um árið, men eg haldi, at hetta eru sera væl farnir pengar, sum koma so mongum til góðar, bæði børnum og foreldrum, sum annars høvdu verið noydd at gjørt matpakkar til børnini, leggur borgarstjórin, Karl Johansen, aftrat.
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##