Klaksvík: Misti koyrikortið á staðnum

Ein bilførari, sum koyrdi 126 km um tíman millum Klaksvík og Norðoyri, misti koyrikortið á staðnum

Løgreglan tók í gjár ein bilførara, sum varð máldur at koyra 126 km um tíman í einum øki, har ferðin varð niðursett til 60 km um tíman. Hetta var á vegastrekkinum millum Klaksvík og Norðoyri. Revsingin fyri tað var, at hann misti koyrikortið á staðnum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. 

Í døgnrapportini hjá løgregluni stendur annars, at Kollfjarðadali tók løgreglan í gjár ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring. Úr Havn komu tvær fráboðanir um storm- og vatnskaðar. Tað snúði seg um tjørupapp á eini tekju, sum varð loysnað, og um nakrar flammingoplátur. Og á Sandavágshálsi koyrdi ein bilur á ein stein, sum førdi til, at bilurin fór at leka olju.