Mánakvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð fíggjarætlanina fyri komandi ár, og hon skal nú sendast landsstýrinum til góðkenningar.
Men býráðsformaðurin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, roknar ikki við trupulleikum haðani tí fíggjarætlanin fyri komandi ár er fyri ein stóran part skorin eftir sama leisti, sum ætlanin fyri í ár.
Býráðsformaðurin í Klaksvík sigur, at fíggjarætlanin fyri komandi ár javnvigar við 71, 2 milliónum, og tað er áleið tað sama, sum ætlanin fyri í ár.
Kommunuskattaprosentið verður óbroytt komandi ár, 20% , men av tí fer 1% í kommunala kreppugrunnin.
Barnafráfdrátturin verður enn sum áður 2.500 krónur og kirkjuskatturin 0,23%.
13,7 til íløgur
Størstu útreiðslurnar hjá fíggjarætlanini fyri 1998 er til íløgur.
Í Klaksvíkar Kommunu verða íløgur gjørdar fyri 13,7 milliónir komandi ár.
Annars fara almanna- og heilsumál við 11,6 milliónum.
Renturnar fara at kosta kommununi 11,3 milliónir komandi ár. Skúla - og mentamál fara at kosta 10 milliónir og Klaksvíkar Býráð ætlar at betala 8,3 milliónir í avdrøgum næsta ár.
Sjálv býráðsumsitingin kostar 3,7 milliónir.
Skúli, svimjihøll o.a.
Landsstýrið hevur ikki verið so fegið um, at kommunur hava gjørt íløgur í hesum krepputíðum.
Men Jógvna Við keldu roknar ikki við at blíva óklárur við Eilif Samuelsen av teimum íløgum, ætlani ner at gera í Klaksvík komandi ár.
Hann sigur, at tær allarmestu íløgurnar eru til arbeiði, sum skulu gerast liðug.
M.a. skulu hevur kommunan verið í holt við eina grundleggjandi umvæling av skúlanum á Ziskatrøð, men okkurt smátt skal eisini byggjast afturat, har tað er neyðugt.
Arbeiðið kostar níggju milliónir, tá ið tað er liðugt.
Komandi ár verður 1,5 millión sett av til skúlan á Ziskatrøð.
Tað er heldur meir enn undanfarin ár, men býráðið vil fegið hava meiri ferð á arbeiðið nú.
Býráðið hevur eisini verið í holt við vatnveitingina, og tað arbeiðið heldur fram komandi ár. Brúktar eru fýra milliónir til vatnið og komandi ár skulu tvær milliónir brúkast afturat.
Ein fittur partur av teimum skal brúkast til reinsiverk.
Harafturat hevur svimjihøllin harðliga trongt til umvælingar og tær verða gjørdar nú. Kommunan eigur tríggjar milliónir í grunni at umvæla svimjihøllina fyri, og komandi ár eru 1,25 millión avsett á fíggjarlógini afturat, sigur Jógvan við Keldu.
Annars ætlar kommunan at brúka 3,1 milliónir til havnaútbygging, og ætlanin er eisini at asfaltera og gera vegir fyri tvær milliónir krónur.