Vanliga leiktíðin er av í Molde, og støðan er 1-0 til Molde. Tað vil siga, at tað samantalt stendur á jøvnum 2-2. Tí verður í løtuni longd leiktíð fyrireikað á fullsetta Akser stadion, har tað regnar og vøllurin tískil er vátur og hálur at spæla á.
Molde legði øgiliga bragdliga fyri, og tað vóru fyrstu løtuna nógvar spentar støður í og frammanfyri KÍ brotsteigin. Molde fekk beinanvegin bóltin í KÍ málið eftir skjótt álop og innlegg úr vinstru, men eftir VAR kanning kolldømdi dómarin fyri rangstøðu.
Molde legði støðugt KÍ undir trýsti, og tað var sera torført hjá klaksvíkingum at spæla seg úr trýstinum. Og í 17. minutti eydnaðist tað Eriksen við fremra stólpa og við høvdinum at sneiða bóltin í málið eftir horna úr vinstru.
Tá ið tað sá svartast út, reisti KÍ seg, og sum 1. hálvleikur leið og serliga sum 2. hálvleikur leið, var tað eingin munur á liðunum, og tá ið eitt korter var eftir, var tað um reppið, at Luc Kassi stútaði KÍ víðari í kappingini, men eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg brast bóltur í tvørtræið, og nú verður longd leiktíð fyrireikað.
Fyri KÍ var tað sera óheppið, at verjuskansin Odmar Færø noyddist skaddur av vøllinum, tá ið tað restaðu átta minuttir. Børge Petersen, sum hevur staðið seg væl í Europa í summar, hevur loyst Odmar av.
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Odmar Færø (Børge Petersen, 82.), Heini Vatnsdal (Mads Bo Mikkelsen, 79.), Vegers Forren – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Luc Kassi (Sivert Gussiås, 100.), Claes Philip Kronberg (Patrick da Silva, 46.)