HETTA hava teir í Grunninum fyri Tórsvøll verið serstakliga misnøgdir við, tí teir hava lovað sínum lýsarum einarætt á vøllinum. Tá so kappingarneytar hjá lýsarunum á Tórsvølli alt í einum eru at síggja á B36-húsinum, er ikki so løgið at fólki aftanfyri Tórsvøll reisist av bestu áskoðaraplássunum, og at tað meira enn prutlar undir lokinum.
B36 FÆR uttan iva nógvar pengar burtur úr lýsingunum, sum nú venda móti Tórsvølli, og tað er alt annað enn loyalt yvir Tórsvølli og føroyskum fótbólti sum heild, at B36 hevur sett lýsingarnar upp. B36 eigur síni hús, og teir skulu hava loyvi at seta tað upp, sum teir ætla, men at teir soleiðis ósmæðið leggja upp til stríð og royna at skora kassan upp á vøllin, sum allir føroyingar helst skulu kenna sum sín, er púra burtur við.
GRUNNURIN fyri Tórsvøll hevur hótt við at byrgja upp fyri lýsingunum hjá B36, og afturímóti hevur B36 lovað ilt, um Poul Michelsen og hansara fólk gera nakað slíkt. Tað er ikki bara eitt stríð um nakrar lýsingar. Tað er eisini eitt stríð um pengar, um ókeypis arbeiðsmegi og um eitt nýtt lýsingakonsept. Og verður nakað sett upp fyri lýsingarnar hjá B36, brestir veruligt kríggj á, og tað man higartil hava forðað Grunninum fyri Tórsvøll at gera nakað við lýsingarnar hjá B36.
TÓRSVØLLUR skuldi millum annað verða eitt samstarv millum havnafeløgini B36 og HB (og tað hevur tað partvís verið), men ístaðin er tað meira blivið til eitt klandur og stríð millum júst hesi feløg. Tórsvøllur er ikki HB, men tað er eru HB?arar sum standa aftan fyri Tórsvøll. Millum annað er Poul Michelsen formaður í Grunninum fyri Tórsvøll, samstundis sum hann eisini er formaður í nevndini fyri Havnar Fótbólt (sum er yrkisdeildin hjá HB).
HETTA ER VIÐ til at birta undir stríðið, sum nú leikar á við fullari ferð. Hetta er ósømiligt fyri HB og B36, og hetta er ikki nakað sum føroyskur fótbóltur hevur brúk fyri. Tórsvøllur, HB og B36 eiga at syrgja fyri at finna semjur í málunum, teir stríðast um, og teir skulu vísa virðing yvir fyri verkætlanini og vøllinum, sum allir føroyingar skulu nýta!