Klaru og Eiler til minnis

Klara Joensen og Eiler Rasmussen
* 6. august 1944 * 10. januar 1943
? 10. februar 2014 ? 2. mai 2012

Jógvan í Trøllagili og Dagmar, ættað úr Leirvík, vóru for­eld­ur okkara. Klara var triðja í røðini av fimm. Juel sum var elstur doyði bert fáa dagar gamal, Eiler ið doyði 2012, eftir sita vit systrarnar Ásla og Anita.
Tó at Trøllagil við fyrsta brá kann tykjast heldur óunnil­igt navn, stað ella heiti, so var og er tað alt annað. Her var fjálga heim okkara, har tað var nógv lív í. Tó at tað í dag kann tykjast lítið, so var tað rúmligt og vítt til veggja. Her vóru øll vælkomin.
Her búleikaðust fleiri ættar­lið í sátt og semju. Kláv­us abbi og Dova, farbróðir, mamma og pápi og vit fýra syskini og her kom nógv fólk á gátt. Her var kortspæl, frá­­sagnir og vit spældu eis­ini sjónleik í kjallaranum, nógv­ur hugni við hópin av tón­leiki, ikki minst Eileri fyri at takka.
Kláus, abbi - beiggi Jógvan og Christian í Grótinum - var 10 ár yngri enn omma, Katrina Maria. Tey giftist í 1901. Hon misti fyrra mann sín, Ole Joensen, tá ið hon gekk við fjóra barninum í 1897.
Tá var elsta dóttirin, Arming­aard, sum seinni gift­ist við Dáva úr Gerðum, bert seks ára gomul – Hini børnini vóru Micheal, Karolina, Kristoffer (Dova) og Oluffa. Børnini í seinnu giftu vóru Birita, Ebba, Rikka, Hanna og Jógvan, pápi okkara - Eiler, Klaru, Áslu og Anitu.
Altíð var væl okkara mill­um og minnast vit serliga um­hvørvið kring lágu og longu reyðmálaðu lonina sum hugnaligt, við opinleika og kærleika.
Tá ið vit vóru børn, bar til at súkkla norður á Vágs­heygin eftir smalari gøtu mill­um húsini. Niðan í Uppsalar ella Borðoyarvíkar varð eisini farið og nógvur ung­dómur kom eisini á gátt hjá okkum.
Klara, sum var eitt lív­stykki, var ikki bangin fyri at taka fatt. Hon hevði altíð glaða lyndið við sær og vann sær mangar vinir við fyri­komandi medferð síni. Hon tænti eina tíð hjá Emmu í Fuglafirði og plagar Emma at taka til, hvussu tað feyk frá Klaru og alt var gjørt av handahógv.
Emma plagar við einum skálkasmíli at siga frá, tá ið hon plagdi at senda Klaru onkur ørindi við bilinum, tó at hon var undir koyrialdur og ikki hevði koyrikort. Men hetta lætti so nógv um og Klara dugdi sera væl at koyra, tó at hon ikki hevði aldur.
Lívsstarvið hjá Klaru var á Telefonstøðini, har hon starvaðist í 40 ár. Klára hevði sera vakra hond skrift, og var tískil oftast biðin at skriva telegramini.
Góði Eiler, takk fyri at tú hevur fjálgað um heimið í Trøllagili og takk fyri fagra spæl títt á harmonikuni og ikki minst á cornettina. Takk fyri títt skemtiliga lyndið og at tú dugdi so væl at sita undir.
Góða Klara, Anita saknar teg at renna sneisaørindi við í fína, lítla gráa bilinum og Ásla saknar teg og mongu góða samrøðurnar umvegis telefonina. Tað var so deiligt at detta inn á gólvið og fáa eitt prát og altíð var tú kát og við tí góða.
Títt serliga lyndið fylgdi tær heilt til endans. Tá ið har børnini ringdu til tín á Ríkis-sjúkrahúsið og spurdu um, hvussu stóð til, var svarið altíð við einum brosi, um at her stóð væl til, tó at tú visti, at standurin kundi verið betir.
Ærað veri minnið um syst­ur okkara, Klaru Joensen og bróð­ur okkara Eiler Rasmus­sen
.................
Ásla og Anita