Klasikkari á Sevmýri

Fjórða umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin, tá ið fýra dystir verða spældir. Fimti dysturin - tann millum FC Hoyvík og B68 - er útsettur til mikukvøldið, tí FC Hoyvík í morgin skal spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini.

Klassikari verður á Sevmýri, har teir bestu hjá TB og teir bestu hjá KÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð skulu spæla landskappingardyst í næstbestu deildini.

07 Vestur fer seinnapartin fyri aðru ferð í ár at vitja í Gundadali. Í 2. umfari vann 07 Vestur 2-1 á útivølli ímóti FC Hoyvík.

AB er framvegis stigaleyst. Í dag fer Víkingur, sum saman við KÍ og 07 Vestur er oddalið, at vitja á Argjum. Tað verður ivaleyst spennandi uppgerð, men sjálvandi er áhugin í hesum báðum feløgunum uppaftur størri fyri fjórðingsfinaluni í steypakappingini, sum í morgin verður í Sarpugerði millum Víking og AB.

NSÍ vitjar í dag í Streymnesi.

 

1. deild

4. umfar

Ídag

HB-07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.00

TB-KÍ: Ransin Djurhuus kl. 15.00

AB-Víkingur: Dia Lamhauge kl. 15.00

EB/Streymur-NSÍ: Rói Jacobsen kl. 15.00

 

28. apríl

FC Hoyvík-B68: Bent Tommu Linklett

 

Støðan undan 4. umfari

KÍ, Víkingur og 07 Vestur 7 stig

HB 6 stig

TB og EB/Streymur 4 stig

NSÍ 3 stig

FC Hoyvík og B68 1 stig

AB 0 stig