Klassamunur á Skála

Tað var lítið óvæntað í greiða sigrinum hjá Neistanum á Skála í gjár. Kravið var tvey stig, og høvuðsstaðarfelagið eltir tískil oddaliðini

HONDBÓLTUR

Uppgávan hjá StÍF seinastu árini hevur verið at arga oddaliðini, ið kapprenna um meistaraheitið. Tað hevur eydnaðst onkutíð, men veturin 2009 sær út til at gerast sera tungur fyri kvinnurnar av Skála. Tað varð aftur prógvað í gjár. Tað var eingin vanlukka at tapa móti Neistanum á heimavølli. Men at tapa við heili 17 málum er ikki nøktandi.

Runnu undan
Neistin hevði tamarhald á støðuni alt fyri eitt. Tær vunnu sær eina trygga leiðslu miðskeiðs í fyrra hálvleiki, og munurin var seks mál í steðginum. Eftir hvíldina royndi heimaliðið at stríða seg aftur í dystin, men tær nærkaðust ongantíð teimum bláu. Seinastu løtuna eydnaðist alt hjá gestunum, sum staðfestu sigurin so dyggiliga.
Fleiri av yngru leikarunum fingu álit frá venjaranum, Daniel Rapa. Hann kundi frøast um, at fleiri royndust væl sum málskjúttar. Katrin á Neystabø, Unnur Danielsen og Marjun F. Danberg vóru bestar við fimm málum hvør.

Í trupulleikum
StÍF hevur lagt sera illa frá landi. Fyrstu tríggir dystirnir hava einki stig givið, og málmunurin er longu -37. Tað eru ábendingar um, at tær fáa tað sera trupult komandi mánaðirnar. Tað er serliga VÍF og VB, sum tær skulu royna at leggja aftur um seg á stigtalvuni. Hesir innanhýsis dystirnir verða alt avgerandi, tí munurin á oddinum og botninum í bestu føroysku kvinnudeildini í gjár tykist sera stórur. Sunnudagin vitja gullvinnararnir úr Tjaldinum á Skála.
Neistin hevur seks stig fyri fýra dystir. Stigini eru vunnin móti VB, VÍF og StÍF, sum er niðaru liðini á stigatalvuni. Høvuðsstaðarfelagið dumpaði, tá Stjørnan vitjaði í høllini á Hálsi fyri trimum vikum síðan. Tí kann Neistin framvegis ikki av álvara styrkismetast. Men tær renna aftaná oddinum í løtuni.

Fakta um dystin
StÍF-Neistin 15-32 (8-14
10 min: 3-5
20 min: 5-11
40 min: 9-20
50 min: 13-24
Málskjúttar
StÍF: Bobra Adriana 5(1), Rebekka Justinussen 4, Annika L. Petersen 2, Fríðrunn Danielsen 1, Bára Berthelsen 1, Anna Petersen 1, Asgerð Káradóttir 1
Neistin: Katrin á Neystabø 5, Unnur Danielsen 5, Marjun F. Danberg 5(1), Jacklin Durhuus 4, Bára Danielsen 3, Birita Wardum 3, Rakul Augustinussen 3, Lina Andriulyte 2, Anja Heinadóttir 2
Brotskøst: StÍF 2, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 2
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen